Fótbóltur

EBS/Skála fyri stórtapið í Litava

Vertirnir setti av álvara EBS/Skála uppá pláss seinnapartin.

2018-08-10 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EBS/Skála er í hesum døgum í Litava, har liðið luttekur í Champions League á fyrsta sinni.

Týsdagin tapti føroyska meistaraliðið 3-0 móti NSA Sofia. Í dag gjørdist talan um greiðan óigur móti vertununum, Gintra. Litaviska liðið vann heili 7-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Hagtølini vísa eisini, at Gintra var sera greitt omaná.

Seinasti dysturin hjá EBS/Skála í Champions League verður mánadagin, tá finska Honka er á skránni.

Gintra - EBS/Skála 7-0(2-0)  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder