Fótbóltur

EB/Streymur hevur styrkt um miðvøllin

Emil Weihe Joensen var ársins stjørnuskot hjá B36 í fjør, og Rói Olsen er aftur í barndómsfelagnum. EB/Streymur spælir á Skála í kvøld klokkan 18.30.

20-ára gamli Emil Weihe Joensen fer at spæla við sínum fjórða felagið í fýra ár. Í 2022 var hann á Skála, og í kvøld spælir hann við EB/Streymi á Skála (Savnsynd: Sverri Egholm)

20-ára gamli Emil Weihe Joensen fer at spæla við sínum fjórða felagið í fýra ár. Í 2022 var hann á Skála, og í kvøld spælir hann við EB/Streymi á Skála (Savnsynd: Sverri Egholm)

2024-03-10 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur hevur í vetur millum annað mist Boga Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred, ið vóru profilar á sentrala miðvøllinum í fjør.

Rógvi Egilstoft Nielsen verður nú helst meira fast á miðvøllinum, og nú stutt áðrenn kappingarbyrjan hevur EB/Streymur kunngjørt tveir nýggjar sentralar miðvallarar. 

Tann eini er kendur í felagnum: Eftir eitt ár við FC Hoyvík í 1. deild er Rói Olsen aftur í EB/Streymi. 27-ára gamli víkarmaðurin hevur spælt 168 dystir fyri besta lið felagsins.

20-ára gamli Emil Weihe Joensen hevur spælt trý ár í bestu deildini: Í 2021 við ÍF, Í 2022 á Skála og í fjør við B36, har havnarmaðurin gjørdist ársins stjørnuskot. Samanlagt hevur Emil 66 dystir og 6 mál í Betrideildini.

EB/Streymur spælir klokkan 18.30 á Skála í 1. umfari.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder