Fótbóltur

EB/Streymur tryggjað í deildini

Við sigri ímóti TB í dag, tryggjaðu sundalagsmenn sær, at teir aftur næsta ár spæla í Betri deildini.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-21 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

EB/Streymur skuldi hava stig burturúr dystinum í Trongisvági, so var plássið í deildini varðveitt til næsta kappingarár.

Og tað eydnaðist. Tí við 1-0 sigri ímóti niðurflytarunum TB er greitt, at ÍF ikki kann fara fram um EB/Streym í teimum báðum umførunum, sum eru eftir av kappingarárinum.

Einsamalla málið kom eitt lítið korter áðrenn leiklok tá Jóhann Hansson Joensen setti bóltin í netið fyri gestirnar.

Talan var um ein dyst sum er útsettur nógvar ferðir. Upprunaliga skuldi hann spælast á jóansøku, men varð útsettur til 22. setpember fyri so aftur at verða útsettur ti í gjár, men orsakað av veðurforsøgnini varð hann framskundaður til týsdagin. Tað eydnaðist tó heldur ikki at fáa dystin avgreiddan tá, tí vegna veður avlýsti Smyril sín túr suður mánakvøldið.

Nú er dysturin so avgreiddur, og javnvág er tí komin á stigatalvuna aftur. Øll liðini hava spælt 25 dystir, og tey bæði seinastu umførini verða øll spæld samstundis. KÍ hevur longu vunnið FM, men enn er spenningur millum Víking og HB um annað pláss og B36 og NSÍ um fjórða pláss, sum gevur atgongd til evropapengar.

TB - EB/Streymur 0-1 (0-0)
77’ Jóhann Hansson Joensen 0-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 68 stig (25 dystir)
2. Víkingur 59 stig (25 dystir)
3. HB 55 stig (25 dystur)
4. B36 42 stig (25 dystir)
5. NSÍ 41 stig (25 dystir)
6. EB/Streymur 25 stig (25 dystir)
7. 07 Vestur 25 stig (25 dystir)
8. B68 19 stig (25 dystir)
9. ÍF 16 stig (25 dystir)
10. TB 3 stig (25 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder