Fótbóltur

Ársins seinasti útidystur skal geva Føroyum góðar fyritreytir til seinasta umfar

- Eitt stig í Slovakia kann avgjørt mun. Hetta eru viðmerkjari, venjari og spælarar samdir í, men sligið verður eisini fast, at farið verður stóra sigrinum klokkan 19.45. FM1 sigur frá á staðnum og hevur Fótbóltsskýlið úr Slovakia klokkan 17.15, og Portalurin fylgir gongdini alt kvøldið.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-11-13 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kosice, Slovakia (Portalurin):  - Vit fara eftir tí. Eg hugsi ikki so nógvum hatta 2. plássið, tí vit vilja vinna hendan dystin og bólkin.

Hetta staðfesti Andrias Edmundsson í endanum av samrøðuni við Portalinum á Košická futbalová aréna hóskvøldið.

Video: Hugsi ikki so nógv um 2. plássið - fara eftir fyrsta plássinum
Hanus Sørensen: - Vit ganga við gron um vit ikki vinna

Har er pláss fyri 12.500 áskoðarunum, og flestu setrini vera nýtt, tá Edmundsson og hinir skulu royna seg móti á pappírinum besta liðnum í bólkinum. Føroyar eru tó einasta liðið, sum higartil hevur vunnið stig móti Slovakia á Tórsvølli (1-1).

- Vit runnu teir niður í seinna hálvleiki tá og vóru betri enn teir, staðfesti Andrias Edmundsson. Hann og Eyðun Klakstein vita tó, at hetta verður ein ógvuliga trupul uppgáva í kvøld.

Sí eisini: 
Eyðun Klakstein: - Hetta verður okkara truplasti dystur í ár
Myndir: Føroyingar kunnu gera bart í Kosice

Slovakar vera millum annað uttan stjørnuna  Stanislav Lobotka, og teir avgera bólkin við einum stigi. Hetta kunnu føroyingar eisini nýta.

- Fáa føroyingar javnleikin, so kann tað verða alt avgerandi mánadagin, tá Moldova vitjar, og hetta kann hava nógvan týdning fyri føroyskan fótbólt, vísti Jákup Ósa, fótbóltstíðindamaður á í landsliðsradio í gjár.

Landsliðsradio úr Slovakia: - Úrslitini næstu dagarnar kunnu lyfta A-landsliðið uppaftur meira

Lurta eftir Fótbóltsskýlinum úr Slovakia klokkan 17.15 á FM1, og klokkan 19 situr Trygvi Absalonsen til reiðar á stadion. Beinleiðis frásøgn verður klokkan 19.45 á staðnum, nakað sum eingin annar miðil hevur, og til ber eisini at fylgja gongdini alt kvøldið á Portalinum

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

--------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 2 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder