Kappróður

Eftir nógvan fepur: Vár G. Hansen stríddi seg til franska meistaraheitið

Føroyski rógvarin var rakt av sjúku í vikuni, men hetta ávirkaði ikki veruliga fyrrenn leygardagin - í seinnu kappingini í Fraklandi. Vár Hansen fekk eitt gullheiðursmerki við í fyrireikingunu til HM í inniróðri.

Vár Guriardóttir Hansen vann fríggjakvøldið aftur gull við góðari tíð til stóra altjóða kapping. Í seinnu kappingini til franska meistaraheitið fylgdu lunguni tó ikki við, staðfestir Róðrarsambandið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vár Guriardóttir Hansen vann fríggjakvøldið aftur gull við góðari tíð til stóra altjóða kapping. Í seinnu kappingini til franska meistaraheitið fylgdu lunguni tó ikki við, staðfestir Róðrarsambandið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-01 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vikan uppundir kappingina var ikki løtt. Eftir luttøku í donsku meistaraheitunum kom Vár heim við sjúku og nógvum feburi. Tí var tað alt annað enn givið, at hon fór at fáa eitt gott vikuskifti í Fraklandi. Men fríggjakvøldið vísti hon aftur sína styrki.

Soleiðis skrivar innirodur.rsf.fo í dag

Vár Guriardóttir Hansen vann fríggjakvøldið aftur gull við góðari tíð til stóra altjóða kapping. Hetta var til franska meistaraheiti - har kunnu útlendingar eisini kappast í ymiskum bólkum.

Sambært Róðrarsambandinum var talan um eitt innihaldsríkt og krevjandi vikuskifti í Fraklandi hjá føroyska rógvaranum.

Ikki bara var mótstøðan hørð, men sjúkan var ikki farin úr kroppinum. Og kroppurin skal sanniliga trýstast undir slíkum kappingum. Harvið vóru vónirnar hjá Vár Hansen kanska meira ivasamar enn vanligt. Tað eydnaðist tó á sigra - á sjúkuni og á hinum.

- Í 500 metrunum var byrjanin heldur trilvandi, og tá umleið 150 metrar vóru eftir, lá Vár á einum triðja plássi. Tá setti hon endaspurtin í gongd – ein sterkur og avgjørdur spurtur, sum førdi hana heilt fram á ovasta skammil. Úrslitið varð eitt flott franskt meistaraheiti í 500 metrum.

Les meira: Føroyingur er franskur meistari í inniróðri

Lunguni fylgdu ikki við leygardagin - HM nærkast

Tað vóru ikki nógvir tímar til næstu kapping, har Vár G. Hansen eisini skuldi rógva fýra ferðir so langt. Og hesaferð merktist tað eisini veruliga hjá havnakvinnuni við heimsmetunum, at hon hevur havt fepur og annað í døgnum frammundan - og at ein hørð kapping var fríggjakvøldið.

Serliga vóru tað lunguni, sum ikki vildi tað sama sum føroyska umboðið í Fraklandi.

 - 2000 metrar var á skrá leygardagin, men her hevði sjúkan sett síni spor. Vár segði sjálv eftir kappingina, at tað var tungt, og at lunguni als ikki vildu fylgja við. Hon endaði nummar 17 av 30 luttakarum. Kappingin var óvanliga sterk; átta teir fremstu rógvararnir róðu undir sjey minuttir, sum vísir, hvussu høgt støðið var.

- Sjálvt um vikuskiftið ikki eydnaðist heilt eftir vild, er avrikið hjá Vár ógvuliga virðiligt. At vinna meistaraheiti og samstundis berjast við eftirkenslur av sjúku er ikki ein einføld uppgáva, staðfestir innirodur.rsf.fo.

Nú vendir Vár sjóneykuni móti næsta málinum – heimsmeistarakappingini í inniróðri-  sum verður hildin í seinru helvt av februar. Har fer hon at royna at byggja víðari á góðu úrslitini og finna orkuna aftur eftir tvey krevjandi kappingarvikuskiftir og eina sjúkralegu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder