Fótbóltur

Ein nýggjur kapittul byrjar móti Norðurmakedónia

Okkara fjórða Nations League - og tann triðja undir verandi landsliðstoymi - kann í stóran mun skilmarka, hvønn veg føroyskur landsliðsfótbóltur fer. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 14.

38-ára gamli Sølvi Vatnhamar skal framhaldandi baksast á føroyska miðvøllinum. Her sæst leirvíkingurin í venjingardystinum móti Norðurmakedónia í mars í fjør (1-0) - nú hittast liðini aftur, har meira er uppá spæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

38-ára gamli Sølvi Vatnhamar skal framhaldandi baksast á føroyska miðvøllinum. Her sæst leirvíkingurin í venjingardystinum móti Norðurmakedónia í mars í fjør (1-0) - nú hittast liðini aftur, har meira er uppá spæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-07 08:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani seinasta Nations League-dystin hevur føroyska manslandsliðið spælt 16 dystir - átta venjingardystir og átta EM-undankappingardystir. Tað er eydnast at vinna ein teirra, 4-0 móti Liktinstein í venjingardysti í mars, og tríggir eru endaðir javnir: Kosovo (venjingardystur, november 2022), Moldova og Albania (EM-undankapping í 2023).

Allir hesir eru spældir uttanfyri Føroyar, og síðani flotta sigurin á Turkalandi í Nations League 25. september 2022, hava Håkan Ericson og hansara menn bert spælt fýra heimadystir. Allar hava verið í EM-undankapping. Einki stig er komið burturúr- heldur ikki móti Moldova - og bert eitt mál.

Tað er ikki so óvanligt, at føroyska manslandsliðið fer ígjøgnum longri tíðarskeið, har fá mál verða skoraði og fá stig koma í hús. Tað kennist tó onkursvegna sum um, at tørvur er á einum stórum úrslitum ella fleiri góðum úrslitum og/ella sterkum avrikum næstu tíðina: At Føroyar veruliga vísa, at man kann vera við í flestu pørtunum av fótbóltsspælinum. Kanska serliga eftir dystirnar í Baltic Cup (tap móti Lettlandi og Estlandi), har Føroyar gamaní vóru uttan nógvar heilt nógvar av teimum føstu. Nú burdi møguleikin verið har í Nations League

Tað er ikki so stórur áhugi millum føroyskir fótbóltsfjepparar. fyri hesum fyrsta heimadystinum í kappingini  Sum Portalurin og aðrir miðlar hava víst á, eru heldur fá atgongumerki seld, og FSF væntar ikki eitt serliga høgt áskoðaratal seinnapartin. Júst tað at dysturin byrjar rímiliga tíðliga seinnapartin, umframt at Norðurmakedónia ikki er eitt heilt spennandi mótssøðulið, og at Føroyar ikki hava bergtikið seinastu smáu tvey árini, spælir inn.

Sí eisini: Ikki serliga stórur áskoðaraáhugi fyri dystinum leygardagin

[object Object]
Håkan Ericson og hansara menn fingu tað ikki heilt at hanga saman í 2023, hóast nakrar góðar løtur vóru í dystum, og at ikki so nógv mál fóru ígjøgnum. Hæddarpunktið var málleysi javnleikurin í Albania í november, har vertirnir júst høvdu spælt seg til EM-endaspælið. Baltic Cup í juni var einki at reypa av, men tá vóru heilt nógvir mans, sum ikki vóru tøkir (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar í Hoyvík

Neistin skal tendrast í Nations League - heimavøllurin kann gera mun

Hetta er fjórða útgávan av Nations League. Nýggja landsliðskappingin hjá UEFA gevur millum annað nakað smærri fótbóltstjóðum fleiri møguleikar at spæla móti londum, sum eru á áleið sama stigi sum ein sjálvur.

Í bólkinum hjá Føroyum í ár má júst Norðurmakedónia metast at vera sterkasta liðið. Har eru spælarar úr millum annað Bundesliguni, La Liga, Superliguni og Ekstraklasa við. Í fjør fekk liðið javnleikir móti Italia og Onglandi á heimavølli, og í 2021 var Norðurmakedónia við til EM-endaspælið. Hetta hevur Håkan Ericson verið eitt sindur inni á, men sum landsliðsvenjarin eisini vísti á, á tíðindafundinum í gjár, hevur liðið verið heldur óstøðugt seinastu tíðina og tapt tríggjar á rað.

Føroyar hava nú spælt samanlagt níggju Nations League-heimadystir síðani 2018. Sum heild hevur tað gingist væl: Úrtøkan er fimm sigrar (Malta tvær ferðir, Andorra, Litava og Turkaland), tveir javnleikir (Kosovo og Lettland) og tvey tap (Aserbadjan og Luksemborg).

13 av teimum 17 stigunum í hesum dystunum eru komin til høldar undir Håkani Ericson og toymi. Einasta Nations League tapið hjá teimum á heimavølli kom móti Luksemborg í 2022, har Føroyar fingu tvey reyð kort. Høvdu Føroyar vunnið tann dystin, hevði tað snúð seg um málúrttøku, í mun til hvat av hesum báðum liðunum hevði endað á 2. plássi í bólkinum og spælt play-off um EM-pláss - tað gjørdi Luksemborg. 

[object Object]
Seinast Jóan Símun Edmundsson skoraði á A-landsliðnum var í 2-1 sigrinum á Turkalandi 25. september 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Meinhard Egilsson Olsen var við í nógvum - í nógvum landsdystum fram ímóti álvarsama skaðan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Skulu megna at skapa meira 

Føroyar hava saknað skarpleika frameftir vøllinum í nógvum dystum seinastu tvey árini. Tað hjálpir ikki, at Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð - teir sum í løtuni spæla á hægst stigi - eru skaddir aftur. Nógv av spælinum við bóltinum varð bygt kring Brand, og síðstnevndi varð kosin ársins landsliðsspælari í 2022, tá Føroyar spældu í Nations League. Av øðrum, sum ikki eru tøkir, kunnu nevnast Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen, Hallur Hansson, Mattias Lamhuage og Teitur Matras Gestsson. 

Sí eisini: 
Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar
Tríggir spæla nú á hægri stigi

Tó er Meinhard Egilsson Olsen aftur. Kraftmikli og kviki vongurin var umráðandi fyri landsliðið í tíðini áðrenn álvarsama knæskaðan í mai 2023. Jóan Símun Edmundsson hevur í 2024 spælt væl meira enn undanfarnu árini og verið sum so skaðafríur - hann spælir í júst Norðurmakedónia. Hóast royndi toftamaðurin ikki er ein "typiskur áleypari", verður hann umráðandi fyri føroyska spælið.

Spurningur er millum annað eisini um Adrian Rúnason Justinussen, sum er stórur álopsprofilur í næstbestu donsku deildini, veruliga fær møguleikan í landsliðsblusuni í Nations League, ella um giftigi vongurin enn sum áður  skal sita fyri tað mesta á bonkinum. Sama kann hugsast um javngamla Petur Knudsen, ið gamaní hevur spælt fleiri landsdystir enn Adrian, men sum ikki heilt hevur fingið roynt flogið á landsliðnum enn. Petur hevur, sambært bolt.fo, 30 málstig (mál+upplegg) í Betrideildini í ár. Hanus Sørensen úr HB kann eisini fáa størri leiklut í spælinum frameftir. Sum heild verður spenanndi, hvussu venjaratoymið blandar kortini. Nógv tykist vera uppá spæl, og stórar avgerðir skulu takast.

Norðurmakedónia stendur sum favorittur til dystin á Tórsvølli. Útiliðið gevur peningin beint undir tvær ferðir aftur hjá flestu veddingarfyritøkum - hjá Føroyum liggur tað um odds 4.00. Liðini spældu venjingardyst í Skopje í fjør, og endaði hann 1-0. Håkan Ericson, sum er høvuðsvenjari á fimta árið, væntar ein "opnan" og spennandi dyst og droymir um at enda í ovarau hálvu av bólkinum

Sí eisini: Håkan: - Vit droyma um meira enn niðaru plássini

[object Object]
Undan dystinum í Norðurmakedónia tíðliga í fjør: Nakrir av teimum eldur og nakrir av teimum nýggjari: Bárður á Reynatrøð skal nú verja føroyska málið í kappingardysti, og Hanus Sørensen fer sannlíkt fleiri minuttir í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia

Atgongumerki kunnu keypast her

(17.00: Armenia - Lettland)

Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í morgin. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum. 

Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Sí samrøður, sum eru gjørdar uppundir dystin: 
Bárður á Reynatrøð: - Ein dreingjadreymur at spæla A-landsdyst á Tórsvølli
Andrias Edmundsson: Havi tikið ábyrgd í øllum mínum landsdystum
Hørður Askham: - Fult fokus á landsdystirnar áðrenn 30-ára føðingardagin
Gunnar Vatnhamar: - Vilja vísa Føroya fólki at vit kunnu vinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder