Fótbóltur

Eingin koronasmitta staðfest í samband við svimjihøllina í Klaksvík

Illgruni var annars um hetta í gjár - svimjihøllin verður nú sóttreinsað og verður ikki latin upp fyribils..

2020-08-06 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skrivaði Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, at illgruni var um, at koronasmittaði hava vitjað svimjihøllina í Klaksvik.

Nú er tó greitt, at soleiðis var ikki. Svimjihøllin letur tó ikki uppaftur í bræði: 

- Sum dagurin leið í gjár vísti tað seg tíbetur, at ongin koronasmitta kann staðfestast í samband við svimjihøllina í Klaksvík. Komandi dagarnar verður svimjihøllin sóttreinsað, og sum støðan er í samfelagnum í løtuni, verður ikki latið upp fyribils. Nærri kunning kemur, tá støðan broytist.

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder