Fótbóltur

Eingin Uros og eingin Sonni Ragnar

Nýggi svenski verjuspælarin hjá 07 Vestur er tó við í Fuglafirði, og Fredrik Holst byrjar eisini inni. Dysturin byrjar klokkan 15.

Jóhann Højbro, ið her takklar Uros Stojanov í 1. umfari í fjør, avloysir í dag serbiska áleyparan í byrjanaruppstillingini hjá ÍF. Uros er aftur í felagnum men fekk ein skaða í 1. umfari og spælir ikki móti 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhann Højbro, ið her takklar Uros Stojanov í 1. umfari í fjør, avloysir í dag serbiska áleyparan í byrjanaruppstillingini hjá ÍF. Uros er aftur í felagnum men fekk ein skaða í 1. umfari og spælir ikki móti 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-17 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 15 bresta ÍF og 07 Vestur saman í Fløtugerði. Hetta er 2. umfar í Betrideildini - bæði liðini taptu í fyrsta umfari. Dómaraseðlarnir eru nú váttaðir:  [object Object]
Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Sum tað sæst omanfyri, er Uros Stojanov ikki við. Serbiski áleyparin hjá ÍF, sum í fjør spældi við júst 07 Vestur, fekk ein skaða í dystinum í Klaksvík í 1. umfari og er ikki nóg birgur til at gera eina afturvendan í dag. 

Ístaðin spælir 19-ára gamli lokali miðvallarin Jóhann Højbro frá byrjan. Jhon Mena hevur ikki fingið loyvini uppá pláss enn, og so er spurningurin, um ÍF hevur ov lítið í álopskenda partinum í dag til at vinna dystin.

[object Object]
Heldur eingin Jhon Mena at órógva nýggju 07 Vestur-verjuna í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Fredrik Holst varð kunngjørdur sum 07 Vestur-spælari fyrr í vikuni. Hann hevur eina rúgvu av royndum á høgum stigi (Mynd: 07 Vestur)

Hjá 07 Vestur kemur nýggi svenski verjuspælarin, Erik Gunnarsson, inn í miðverjuna fyri lokala Eiler Fróðason. Tað verður eisini spenanndi at síggja nýggja danan Fredrik Holst á sentrala miðvøllinum.

Sí eisini: Yvir 150 dystir fyri Brøndby - nú í 07 Vestur

Onglendingurin Benjamin Samles-Braithwaite, við fortíð í millum annað Manchester City og Southampton, hevur nú loyvini uppá pláss og bryjar inni. Tað hevur Maxwell Effiom ikki. Sonni Ragnar Nattestad skrivaði undir við felagið, stutt áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, men miðvingurin er ikki í hópinum í dag.

Betrideildin 2. umfar
Í dag - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68

Støðan:
1.B36 6 stig *
2.Víkingur 6 stig *
3.KÍ 3 stig *
4.NSÍ 3 stig *
5.Skála 3 stig *
6.HB stig 3 *
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

* Ein dyst fleiri

Sí eisini: Tey niðastu skulu nú royna at koma á talvuna

Dagført: 14.26

------------------------------------------------------------

Betrideildin 2. umfar - hini dystirnir
Í dag - leygardagin 16.03
NSÍ - Skála (3-1)
16' Petur Knudsen (Steffan Løkin) 1-0
27' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 2-0
65' Djóni Jansson Petersen 2-1
69' Petur Knudsen 3-1

Les eisini: Petur og NSÍ syftu Skála

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0

Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ (90') - tvey gul

Sí eisini: 
Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ
Myndir: B36 tamdi trífaldu føroyameistarunum

Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Sí eisini: 
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder