Fótbóltur

Eitt stig hvør í Streymnesi

B68 kom á odda við flottum beinleiðis frísparki men fekk reytt kort beint fyri steðgin, har fleiri heldur harðar takklingar vóru. EB/Streymur javnaði men megnaði ikki at gagnnýta yvirtalið til meira.

Nógvir nærdystir í Stryemnesi har tað var týðiligt, at nógv stóð uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvir nærdystir í Stryemnesi har tað var týðiligt, at nógv stóð uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-17 20:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 2. umfari í Betrideildini - og seinasti dystur fyri ársins fyrsta landsliðssteðg - varð spældur í Streymnesi í kvøld. B68 og EB/Streymur stóðu við ongum stigi eftir fyrsta umfar, men bæði fóru av vøllinum við Margáir við einum.

[object Object]
Dystaryvirlit - í samstarvi við dystir.fo HER ber til at síggja meira 

Nógvur vindur og regn darvaði fyrstu minuttirnar, men tað hasaði skjótt av. Nógv ferð var á dystinum, og bæði liðini høvdu stórar møguleikar: Fyrst trekti ungi Hanus Højgaard væl fram við EB/Streyma-veruleikara, men Jóhannes Davidsen bjargaði væl. Í hinum endanum var Filip Djordjevic nær við,

Í 27. minutti brast fyri nev hjá B68, ið hevði havt nøkur góð álop. Fríspark varð dømt næstan beint uttanfyri brotsteigin og nakað til vinstru. Tí tók Villiam Emil Klein sær av, og havnarmaðurin við góða skotfótinum legði bóltin uppum múrin og í málhornið. Flott frísparksmál - nummar fimm í 22 Betrideildardystum hjá Villiami. 

[object Object]
Jóannes Davidsen rakk ikki eftir skotinum...
[object Object]
[object Object]
...og so kundu Villiam Emil og hinir fegnast (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir her

Heimaliðið ressaðist. Nýggi danski miðvallarin Robert Marcus hevði tvær harðar og naskar skotroyndir stutt eftir málið - tí aðru bjargaði Terji Brynjarsson væl, umfrat at EB/Streymir skapti aðrar vandastøður. Nógv hendi restina av fyrra hálvleiki, inntensiteturin var høgur, og B68 hótti eisini. Villiam Emil Klein var nær við at økja, men ístaðin fyri 0-2 gjørdist tað 11-10 í manning.

Fyrri hálvleikur var heldur hart spældur, og nakrar ljótar takklingar vóru. Tað sást, at spælararnir løgdu nógv fyri, men tað fór líka yvir linjuna hjá Villiam Emil Klein, tá hann takklaði Hans Paula á Bø, ið fór av vølli við børu - einki varð dømt - og hjá Aleksandur Joensen, sum stemplaði Filip Djordjevic hart niður á fótin, og hjá Virgari Jónsson (EB/Streymi. Hann leyp niður í beinini á Hanusi Højgaard beint við síðulinjuna.

Bert síðstnevndi av fekk gult kort, men Fríði í Túni Petersen fekk seinni eisini gult kort fyri tvær takklingar, har hann heilt einfalt var ov seinur og bert rakti mótspælaran. Høgri bakkurin hjá B68 varð rikin av vølli í yvirtíðini í 1. hálvleiki, tá hann satsaði og ístaðin fyri bóltin rakti Virgar Jónsson. Eiler Rasmussen hevði aftur gult kort og síðani tað reyða á loftið.

[object Object]
B68 spældi í undirtali í beint yvir 45 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]
Ungi Hans Pauli á Bø av vølli við børu - helst er einki brot í fótinum (Mynd: Sverri Egholm)

B68 skuldi finna seg til rættis í undirtali eftir steðgin, og ein tvífald útskifting varð gjørd í 54. minutti. Í næsta minutti gekk tó galið: Terji helt ikki málroynd hjá Dabo - fyrrverandi B68-vonginum - og so varð innskifti Tóki Johannesen til reiðar í málteignum og beindi bóltin í málið.

Hetta var tíggju minuttir eftir steðgin, so EB/Streymur hevði rímiliga góða tíð at fáa eitt afturat og harvið gagnnýta yvirtalið. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevði eisini stóra leikliga yvirvág og skapti eina løtu stórar málmøguleika. Serliga innskifti Suni Herman Petersen og Boubacar Dabo vóru heilt nær við. Terji hevði tó nakrar fínar bjargingar, og trýstið á B68-málið hæsaði av. Teir í reyðum arbeiddu hart og fingu eitt stig við sær til Svangaskarð.

Úrslitið merkir, at øll liðini utttan ÍF nú hava fingið stig í Betrideildini 2024. Bæði B68 og EB/Streymur kunnu á ymsan hátt iðra seg í kvøld, men tey eru so í gongd.

Betrideildin 2. umfar
Í dag - Sunnudagin 17.03:

EB/Streymur - B68 1-1 (0-1)
27' Villiam Emil Klein 0-1
56' Tóki Johannesen 1-1

Reytt kort: Fríði í Túni Petersen, B68 ('45)

Sí liðuppstillingar og annað her
Sì myndir her

ÍF - 07 Vestur 0-1 (0-1)
39' Filip Brattbakk 0-1

Sí liðuppstillingar og meira her

Les eisini: Filip Brattbakk tryggjaði 07 Vestur fyrstu stigini

Støðan:
1.B36 6 stig 
2.Víkingur 6 stig 
3.KÍ 3 stig 
4.NSÍ 3 stig 
5.Skála 3 stig 
6.HB stig 3 
7.07 Vestur 3 stig
8.EB/Streymur 1 stig
9.B68 1 stig
10.ÍF 0 stig

--------------------------------------------

Betrideildin 2. umfar - hini dystirnir
Í dag - leygardagin 16.03
NSÍ - Skála (3-1)
16' Petur Knudsen (Steffan Løkin) 1-0
27' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 2-0
65' Djóni Jansson Petersen 2-1
69' Petur Knudsen 3-1

Les eisini: Petur og NSÍ syftu Skála

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0

Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ ('90) - tvey gul

Sí eisini: 
Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ
Myndir: B36 tamdi trífaldu føroyameistarunum

Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Sí eisini: 
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder