- Eg rann inn í ein spælara - dómarin burdi dømt "mas" (trok. red) men gjørdi tað tíbetur ikki. Eg fekk eitt sindur ilt í økslina. Økslin hevur tað betri nú, og vónandi fær hon tað uppaftur betri.
Stutt fyri dagsins venjing á Kambsdali setti Elias Ellefsen á Skipagøtu stutt orð á, hvussu hann fekk ein snudd í skotøkslina fyri stuttum, og hvussu støðan er nú. Hann vildi ikki siga alt ov nógv men kundi staðfesta, at framgongd tykiskt at vera hvønn dag.
Tað var í Bundesliga-dysti móti Vilhelmi Poulsen og Hannover-Burgdorf 20. desember, at hendingin fór fram - ein sum hevur fingið nógvar føroyingar at stúra, tí tað hendi so stutt áðrenn EM-endaspælið.
Elias á Skipagøtu var í gongd við enn eitt flott avrik fyri Kiel, tá hann fekk stoytin - sum tíbetur ikki sær út til at hava havt álvarsaman skaða við sær. Snildi maðurin við 71-talinum hevur veruliga víst stórspæl í fyrru hálvu av kappingini í Bundesliguni.
23-ára gamli hoyvíkingurin hevur uppaftur størri týdning fyri Føroyar. Hann spældi ikki tveir teir seinastu dystirnar hjá Kiel í 2025 og síðani hevur nakað av ivamáli verið um Elias og endaspælið. Høvuðspersónurin tykist tó at hava rímiliga góðar vónir, nú tíggju dagar eru til fyrsta dystin í Oslo - móti Sveis fríggjakvøldið 16. januar.
Sum myndirnar niðanfyri vísa, so vandi Elias Ellefsen á Skipagøtu nakað fyri seg sjálvan aftur í dag - millum annað við at renna intervallir í høllini.
Sí eisini: Kend andlit á Kambsdali (myndir og frágreiðing)
![]()
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu nart ikki nógv við bólt í dag, men føroyski spælskiparin fær væl runnið (Myndir: Sverri Egholm)
Hoyr samrøðu ovast
Sí eisini: Myndir: EM-dámur og gleði við Gøtugjógv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald