Hondbóltur

Elias: - Um alt gongur væl í dag veri eg nokk við

Føroyski spælskiparin staðfestir, at støðan ikki hevur verið tann besta, men hann fegnast um framgongdina í økslini. - Vit vóna, at hetta endaspælið verður uppaftur villari hjá okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-15 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Hann heldur, at tað var nakað "lort" at fáa júst Sveis úr niðasta styrkisbólki, og tað er eingin ivi um at støðan við skaðanum í øksini seinastu tíðina ger, at alt ikki er optimalt hjá honum.

Men tað var annars ein jaligur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum Portalurin hitti eftir føroyska tíðindafundin í dag.

- Tað hevur tíbetur gingið betur og betur fyri hvønn dag við økslini - framgongdin er ikki steðgað, sum man kanska var bangin fyri. So tað er øðiliga gott.

Spælskiparin úr Kiel staðfestir tó, at tað veldst um, hvussu tað gongur hjá honum til venjingina hjá Føroyum í dag.

Seinastu dagarnar hevur Elias vant saman við hinum í løtum - og hann vónar at vera til reiðar til dystin móti Sveis fríggjakvøldið.

[object Object]
Øvilsir fyri økslina undan hvørjari venjing (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu staðfestir eisini, at Føroyar fara eftir fyrsta EM-sigrinum  móti Sveis - men at tað krevur eitt stórt avrik.

- Talan er um eitt ógvuliga gott lið við millum annað tíggju spælarum úr Bundesliguni. Men vit fara eftir tí og vóna, at tað verður villari enn til EM fyri tveimum árum síðani.

Hoyr alla samrøðuna við Elias Ellefsen á Skipagøtu ovast

Dagført: 11.48

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder