Hondbóltur

Elias spælir móti Sveis - møguliga í stórum leikluti

Um upphitingin gongur væl, byrjar Elias Ellefsen á Skipagøtu móti Sveis, og Óli Mittún er eisini til reiðar - aðrar loysnir eru tó fyrireikaðar. Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen eru uttanfyri dystarhópin í kvøld.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki spælt ein dyst í fýra vikur, men seinastu dagarnar hevur spælskiparin vant meira og meira (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki spælt ein dyst í fýra vikur, men seinastu dagarnar hevur spælskiparin vant meira og meira (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-16 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): - Um alt gongur væl til upphitingina í kvøld, so byrjar Elias Ellefsen á Skipagøtu mest sannlíkt móti Sveis.

Hetta staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen fyrrapartin.

Hjálparvenjarin hjá Føroyum sigur við Portalin og FM1, at føroyski spælskiparin fer at royna seg í dystarstøðum. Tað kann væl vera, at Elias Ellefsen á Skipagøtu fær stóran leiklut í fyrsta EM-dystinum móti Sveis, um økslin ikki órógvar.

- Har skal javnvágin finnast, tí Elias hevur ikki spælt seinastu tíðina.

Um tað tó ikki gongst sum ætlað, so er aðrar loysnir fyrireikaðar, eru boðini úr føroysku leguni. Tað er ikki vist, at nummar 71 verður at síggja allan dystin í álopinum. Her verður serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu til reiðar at koma inn.

[object Object]
Ríi á Skipagøtu spældi ógvuliga væl í 1. hálvleiki í fyrra dystinum móti Italia og í avgerandi løtuni móti endanum í seinna dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Ivamál hevur verið um Elias á Skipagøtu, síðani 23-ára gamli Kiel-spælarin, fekk ein stoyt í økslina í Bundesliga-dysti 20. desember. 

Elias spældi ikki móti Italia síðsta vikuskifti, men hann hevur vant meira og meira seinastu dagarnar. Hansa støðu hevur fylt nógv millum føroyingar - og í áltjóða hóndbóltsheiminum.

Sí eisini: Elias: - Um alt gongur væl til venjing, so verið eg nokk við 

Óli Mittún spælir eisini - Helgi og Kjartan uttanfyri hópin

Sunnudagin fór Óli Mittún av vølli í 1. hálvleiki móti Italia. 20-ára gamli GOG-spælarin hevur merkt eitt sindur til økið kring hælsinuna seinastu tíðina.

Útskiftingin í venjingardystinum var fyri at vera ansin, og tískil hevur Óli ikki vant so nógv saman við hinum hesa vikuna. Hjalti Mohr Jacobsen sigur tó, at tað ikki burdi verið nakar trupulleiki hjá bakspælaran at gjøgnumføra dystin í kvøld.

[object Object]Óli Mittún uttanfyri sjálvan vøllin í Unity Arena til venjing mikudagin, har hann millum annað súkklaði, rann og gjørdi øvilsir fyri seg sjálvan - í kvøld trínur nummar 78 inn á vøllin (Mynd: Sverri Egholm)

18 mans eru í EM-hópinum, men tað er bert pláss fyri 16 á dómaraseðlanum til hvønn dysti. Hjalti Mohr Jacobsen avdúkaði fyri miðlunum fyrrapartin, at tað verða royndu Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal, sum vera uttanfyri dystarhópin í kvøld:

Allan Norðberg veður harvið annað val á høgra bakki eftir Vilhelm Poulsen - uttan so at Føroyar spæla við trimum høgra-honds spælarum í løtum. Tríggir aðrir strikuspælarar enn Helgi eru við. 

Sveis hevur fleiri amboð - vilja fáa teir meira út til sína høgru síð

Í mun til dystarætlan í verjustøðu, staðfestir føroyski hjálparvenjarin, at Føroyar kunnu vænta at spæla móti fýra bakspælarum í løtum og 7 móti 6 í løtum.

- Hetta hava vit fyrireikað okkum nógv uppá. Sveis byrjar oftast í vanligum 6 móti 6 men hevur fleiri álopsloysnir.

Føroyar royndu seg móti fýra bakspælarum, tá Italia vitjaði - tað gekst so sum so hjá føroysku verjuni, men tá hevði liðið ikkki fyrireikað seg so nógv til júst hetta.

Sveis hevur nógvar streingir at spæla uppá, men liðið er sterkari í sínari vinstru síðu - millum annað við tveimum ógvuliga góðum vinstru vongum. Tískil vilja Føroyar trýsta spælið hjá Sveis yvir til teirra høgru, og lata høgra bakk hjá Sveis standa við so nógvum avgerðum sum gjørligt.

Jokarin hjá Sveis nú er Manuel Zehnder. Bakspælarin við átta-talinum varð toppskjútti í Bundesliguni í 2023-2024, tá hann spældi við Eisenach. Nú spælir Zehnder við meistarunum Magdeburg, men er júst komin aftur frá krossbandsskaða: Tí er hann ikki í sama standi sum áður men framvegis eitt sterkt kort hjá Sveis at spæla.

Føroyar og Sveis spæla klokkan 19.30 føroyska tíð.

Meira verður at hoyra í upptaktini á FM1, sum byrjar klokkan 11.
Lurta her

Sí eisini: Stórur hondbóltsfríggjadagur á FM1 og á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder