Olso, Noreg (Portalurin): Tað var uppá tindar gjøgnum dalar og so aftur ein harður dystur niðan móti málinum í 2. hálvleiki móti Sveis.
Tað endaði ikki við tí heilt stóra - einum søguligum EM-sigri móti sterkum liði sum hevði sett Føroyar í dreymastøðu í bólkinum - men tá Sveis hevði bóltin og leiðsluna við 20 sekundum eftir, so var eitt stig gott og týðandi at fáa.
![]()
![]()
Føroyskur fagnaður eftir stigið móti Sveis - tað kann gerast týðandi. Liðið vísti stríðsvilja og reisti seg (Mynd: Sveri Egholm)
Skoraðu ikki í nærum tólv minuttir - skoraðu tvey av trimum skotum samanlagt
Føroyska liðið legði fyri sum eitt óløgi eftir steðgin á øllum økjum og vann fyrstu seks minuttirnar av 2. hálvleiki 4-0, so tað var pluss seks til Føroyar. Men síðani eydnaðist so at siga einki í tólv minuttir. Sveis vann hesa løtuna 8-0: Einki mál og verjan mistu tamarhaldið á snildu sveisarunum, so sum Manuel Zehnder.
Hann er Magdeburg-spælari, eins og málverjin Nikola Portner. Og royndi Champions League-vinnarin bjargaði fleiri fríum skotum tí tungu føroysku løtuna: Millum annað vóru Ísak Vedelsbøl og Hákun West av Teimum púra fríir, tá Portner pilkaði.
Júst Hákun varð so at siga mansvardir - hóast Føroyar spældu 7 móti 6 so at siga hvørt álop. Hetta vísir virðingina fyri Füchse Berlin-vonginum, sum bert hevði slíkt frítt skot í einum kontraálopi. Av vonginum hevði hann eina skotroynd, og hendan var úr ógvuliga spískum eftir alvering, sum rakti ein mann - og tá misti høgri vongurin bólturin nærum bóltin. Tað verður týðandi at fáa bóltin meira til Hákun West av Teigum í næstu dystunum.
Samanlagt skoraðu Føroyar uppá 67 prosent av teimum 42 skotunum. Tað er á einari leið, serliga tá málverjin eisini er so sterkur, men hetta talið skal helst vera hægri.
Tá Sveis tók yvir, vóru eisini nakrar dýrar tekniskar villur. Elias Ellefsen á Skipagøtu átti tvær tá, sum beinleiðis kostaðu mál. Hann varð spardur í løtum og sjálvandi sást tað partvíst, at spælskiparin ikki hevði spælt dyst í fýra vikur. Men nummar 71 vísti eisini sítt stóra virð fyri Føroyar: Níggju mál (toppskjútti), fýra upplegg og alment dagsins spælari.
Sí eisini: Elias: Brenna heldur illa - men gott at fáa stigið móti endanum
Í mun til málskjóting og spæl annars, vísti Óli Mittún seg eisini ógvuliga væl fram í 1. hálvleiki við 5 mál uppá 6 skot. Vilhelm Poulsen hevði tvey ógvuliga týðandi mál - serliga ta seinna - meðan Leivur Mortensen og Pauli Mittún báðir skoraðu uppá bæði síni skot
![]()
Leivur Mortensen fekk tveir møguleikar fyri steðgin - og skoraðu trygt uppá báðar. Síðani kom bólturin ikki út aftur til nummar 6
Vilhelm Poulsen skoraði fýra mál í fyrsta dystinum - harímillum flott hoppiskot og síðani málið til 28-28
Óli Mittún var flúgvandi í serliga 1. hálvleiki - og móti endanum av dystinum við besta EM-málinum á degnum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Video: - Føroyski flúgvarin var besta málið á EM-fríggjadegnum
EM-endaspælið, bólkur D
1. umfar, 16. januar - Unity leikhøllin
Føroyar - Sveis 28-28 (15-13)
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (4) - Dagsins spælari hjá EHF
Óli Mittún 7
Vilhelm Poulsen 4
Leivur Mortensen 2
Pauli Mittún 2
Teis Horn Rasmussen 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Í mun til bjargingar var Portner hjá Sveis omaná (13 bjargingar svarandi til 33 prosent), men Pauli Jacobsen hevði fleiri stórar bjargingar og eftir eina ringa løtu, reisti føroyski liðformaðurin seg við risa bjarging, tá 15 sekund vóru eftir.
Samanlagt: Pauli Jacobsen 8 bjargingar (25 prosent) - Var kosin til besta spælara hjá føroyingum, sum atkvøddu á Sona-appini
![]()
Pauli Jacobsen pilkaði Manuel Zehnder við frálíkari stigbjargandi bjarging, tá 15 sekund vóru eftir (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald