Eftir teir báðar dystirnar, sum byrjaðu klokkan 17, er millum annað endaliga greitt, at vit fáa ein nýggjan evropameistara sunnudagin, og at størsti favoritturin saman við Danmark at koma minst til hálvfinalurnar eisini er úti:
Hálvfinalurnar verða uttan bæði Frakland og Svøríki.
Fyrrnevnda lið tapti fyri løtu síðani avgerandi dystin í miðumfarsbólki 1 móti Týsklandi. Evropameistararnir frá 2024 taptu harvið tríggjar av fýra dystum í miðumfarinum í Herning, og tað er ikki nóg gott.
Sviar sleppa ikki til Herning at spæla um heiðursmerki. Heldur verður tað dystur um 5. plássi. Hetta er greitt eftir sigrarnar hjá Íslandi og Kroatia í dag. Tvey lið koma víðari úr bólkinum, og eftir úrslitini har er greitt, at Svøríki ikki kann yvirhála nakað av hesum liðunum: Tapið móti Íslandi sunnudagin og javnleikurin móti Ungarn í gjár kostaðu svium dýrt.
Sí eisini: Ísland í sínari fyrstu hálvfinalu í 16 ár
Heldur koma Týskland og Kroatia víðari til EM-hálvfinalurnar saman við Danmark og Ísland. Týskarar og kroatar vístu leikliga og sinnisliga í sigrum á ávikavist Fraklandi og Ungarn í dag.
Kroatia var annars aftanfyri 6-2 eftir smáar sjey minuttir og rann leingi aftaná (13-15 í steðginum) Kroatia var uttan skadda Zvonimir Srna, og Ivan Martinovic haltaði nógv. Men kroatiski stríðsandin, ágangandi verjuspæl og klókt 7 móti 6 spæl í fleiri støðum gjørdu mun eftir steðgin. Tað gjørdi Dominik Kuzmanovic eisini í málinum. Hansara bjargingar góvu honum heiðurin sum dagsins maður - og vóru við at tryggja Kroatia tvey-máls sigur. Aftur í kvøld kundu ungarar gremja seg um trok-døming móti endanum; kroatar kundu fegnast um hálvfinalupláss.
![]()
Annað endaspælið á rað verður Kroatia millum tey seinastu fýra - eisini hóast fleiri skaðar
![]()
Málverjin Dominik Kuzmanovic er lyklamaður hjá Kroatia (Myndir: EPA)
Tað gera týskarar eisini eftir stórt avrik móti Fraklandi. Renars Uscins og serliga Juri Knorr (toppskjútti við tíggju málum) fingu týðandi mál úr bakketuni, og hóast Remi Desbonnet í franska málinum tók eitt sindur eina løtu eftir steðgin, og Dika Mem var flúgvandi fyri steðin, so var tað ikki nóg mikið.
Týskland fór frá aftur móti endanum, og 39-35 sigurin er tann fyrsti EM-sigurin hjá týskarum móti Fraklandi í einum EM-endaspæli síðani 1998. Triðja endaspælið á rað hjá Fraklandi, sum endar við vónbroti.
![]()
Týskarar skulu fríggjakvøldið spæla móti Íslandi ella Kroatia um finalupláss (Mynd: EPA)
Tríggir íslendskir vernjarar - og Nikolaj Jacobsen
Úrslitini í kvld merkir millum annað eisini, at tríggir av fýra venjarar í EM-finaluvikuskiftinum eru íslendingar. Umframt Snorra Guðjónsson hjá íslendska liðnum, so er talan um Alfred Gíslason (Týskland - triðja hálvfinalan seinastu fýra endaspølini) og Dagur Sigurðsson (Kroatia - vóru í HM-finaluni í fjør).
Hjá Danmark er Nikolaj Jacobsen framvegis við róðrið. Undir honum hevur Danmark vunnið fýra heimsmeistaraheiti á rað og OL 2024 - nú vantar bara evropameistaraheitið. Hetta fara vertirnir eftir í Herning um vikuskifti. Eftir dystin millum Danmark og Noreg verður greitt, hvussu liðini hittast í hálvfinalunum fríggjakvøldið.
Dagført: 20.21
---------------------------------------------------
---------------------------------------------
EM 2026 - miðumfar
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Bólkur 2 - Malmö:
4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 28. januar
Slovenia - Ísland 31-39 (16-18)
Kroatia - Ungarn 27-25 (13-15)
19.30: Sveis - Svøríki (TV2 Play/TV2 Sport)
Støðan:
1. Kroatia 8 stig
2. Ísland 7 stig *
--------------------
3. Svøríki 5 stig * (**)
4. Slovenia 4 stig **
5 Sveis 2 stig **
6. Ungarn 2 stig **
* Ísland er betri enn Svøríki innanhýsis og er harvið víðari saman við Kroatia
** kunnu ikki koma víðari
Bólkur 1 - Herning:
4. og síðsta umfar - mikudagin 28. januar
Spania - Portugal 27-36 (12-16)
Týskland - Frakland 38-34
19.30: Danmark - Noreg (TV2 /TV2 Sport)
Støðan:
1. Týskland 8 stig *
2. Danmark 6 stig *
-----------------
3. Portugal 5 stig **
4. Frakland 4 stig **
5. Noreg 3 stig **
6. Spania 2 stig **
* Víðari
** Kunnu ikki koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald