Hondbóltur

EM-spælari skal skjótt spæla í bestu donsku deildini

Sum væntað skiftir Ísak Vedelsbøl til HØJ í summar - felagið keypir hann leysan. 21-ára gamli strikuspælarin hevur í eitt og hálvt ár gjørt vart við seg í Sävehof - og samstundis fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum.

Ísak Vedelsbøl til venjing í Unity leikhøllini í gjár - í morgin spælir nú seldi Savehof-spælarin dyst har (Mynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl til venjing í Unity leikhøllini í gjár - í morgin spælir nú seldi Savehof-spælarin dyst har (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-15 08:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á sama degi sum føroyski EM-hópurin í 2024 fór til Berlin varð endaliga kunngjørt, at Ísak Vedelsbøl sama summar skuldi til IK Sävehof. Tá spældi hann í H71 - í nøkur ár undan tí í Neistanum.

Nú, beint yvir tvey ár seinni og dagin fyri fyrsta dystin hjá Føroyum í EM 2026, er næsta skiftið hjá evnaríka strikuspælaranum kunngjørt.

Sum gitt hevur verið í útlendskum miðlum, so skal Ísak Vedelsbøl frá næsta kappingarárið spæla í Danmark - hetta í HØJ.

Talan er um felagið frá Keypamannahvn-økinum, úr Ølstykke, sum Pauli Jacobsen er knýttur til og var við at fáa upp í bestu donsku deildina. Rói Berg Hansen hevur eisini umboðað felagið, har ábyrgdarpersónar fyrrapartin fegnast um, at avtala er komin uppá pláss við 21-ára gamla føroyingin:

- Ísak er ein ungur, kropsliga sterkur og ambitøsur spælari, sum kann gera mun í álopi og verju - og sum longu hevur prógvað seg á altjóða stigið. Møguleikin kom fyri at fáa Ísak út úr hansara sáttmála í Svøríki, eitt ár áðrenn hesin gekk út. Vit fegnast um, at tað kom uppá pláss, so at hann longu kann koma til okkum í summar. Vit síggja stórar menningarmøguleikar í Ísaki, staðfestir Lars Vinther stjóri í HØJ, við heimasíðuna.

Portalurin tosaði við Ísak Vedelsbøl í síðstu viku og spurdi millum annað um væntaða skifti - sí her: 
Ísak: Hugsa mest um Sveis og at vinna fyrst endaspælsdystin

[object Object]
Ísak Vedelsbøl fekk sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum í undankappingini til EM 2026 - besti dystur hansara var í Niðurlondum, har Føroyar vunnu 33-32. Her sæst Ísak fegnast saman við Leivi Mortensen og øðrum eftir sigurin. Í morgin spæla teir aftur endaspælsdyst (Mynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl hevur flutt seg nógv í svenskum hondbólti og við evropeiskum dystum. Í Sävehof er man ikki bilsin um áhugan úr einari størri deild.

Felagið hevur nú selt sín strikuspælara og miðverja, sum í EM-undankappingini fekk sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum. Ísak var eisini liðformaður á søguliga U21-landsliðnum, sum síðsta summar vann HM-bronsu.

Sum skilst hevur hann gjørt trý-ára sáttmála við HØJ, ið hevur keypt føroyingin leysan, so hann kann koma til Danmarkar skjótt. Fyrst snýr tað seg tó um EM-endaspælið, ið fyri Føroyar byrjar fríggjakvøldið.

Dagført: 08.40

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder