Fótbóltur

Enn ein dani til føroyskan fótbólt

Anton Søjberg er álopsspælari og fer at spæla fyri B36 í ár.

(Mynd: B36)

(Mynd: B36)

2024-03-08 21:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Anton Søjberg er seinnapartin knýttur at besta manshópinum hjá B36 fyri kappingarárið 2024. Hesum boðar felagið frá.

Hetta er fimti skandinavin, sum B36 skrivar undir við í vetur.

Anton Søjberg er 23 ár og kann spæla á teimum framrættaðu plássunum. Anton er sprelskur spælari við góðum bóltførleika.

Danski álopsspælarin flytur til Føroya úr Íslandi, har hann spældi fyri HK, Handknattleiksfélag Kópavogs, í heyst.

Hann skeyt fýra mál í níggju landskappingardystum, sum var eitt umráðandi íkast til, at hann og liðfelagarnir sluppu undan niðurflyting.

Hann hevur fyrr spælt fyri Braband IF, Skive IK og Vendsyssel FF í triðbestu og næstubestu deildini í Danmark.

B36 bíðar nú eftir, at øll loyvini koma uppá pláss. Av somu orsøk er ikki vist, at Anton Søjberg verðru við í hópinum sunnudagin á Svangaskarði.

Herfyri var greitt, at Michal Przybylski ikki fer at spæla komandi vikurnar. Hann hevur verið illa darvaður av skaða, sum krevur, at hann nú fer eina undir skipaða endurvenjing.

Í kvøld er eisini greitt, at Emil Weihe Joensen skiftir úr B36 til EB/Streym. 20 ára gamli miðvallarin leikti í fjør 20 dystir fyri besta liðið hjá B36 og gjørdist eisini ársins stjørnuskot í felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder