Tríggir føroyskir landsliðsspælarar hava verið í eldinum í European League og í fremstu donsku deildini í dag.
Jana Mittún og Viborg hava í løtuni evropeiskan dyst hvørt vikuskifti, og í dag vitjaði rumenska CSM Corona Brasov í Viborg í 3. umfari í bólkaspælinum í næststerkastu evroopeisku kappingini.
Talan gjørdist um ein tættan og málríkan dyst - eins og teir báðir frammundan. Jana Mittún varð toppskjútti í Fraklandi síðsta vikuskifti, og føroyski bakspælarin byrjaði væl við trimum málum og uppleggum fyrstu minuttirnar, men síðani steðgaði tað eitt sindur upp. Rumenska liðið var eisini omaná í 1. hálvleiki og var á odda 19-17 í steðginum í Viborg.
![]()
Tað gekk upp og niður hjá Janu Mittún og Viborg (Mynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún sat uttanfyri eina longri løtu í 2. hálvleiki men kom inn móti endanum, tá tað stóð á jøvnum. Tað var eitt sindur upp og niður hjá nummar 77 og Viborg í einum heldur óruddiligum enda: Jana trekti eina útvísing og legði upp til eitt týðandi mál, men brendi eisini eitt skot í seinasta álopinum - burdi fingið brotskast - áðrenn hon sjálv fekk eina útvísing í seinasta álopinum hjá Corona Brasov.
Tað kostaði tó ikki, tí Lousie Bak Jensen bjargaði tvær ferðir. Málverjin varð eisini dagsins spælari hjá Viborg í 33-33 javnleikinum.
Súna toppskjútti - men endaði við sigri til Maritu og tær
Í vikuni varð kunngjørt, at Súna Krossteig Hansen í summar skiftir til meistaraliðið í Montenegro. Áðrenn skal føroyski bakspælarin hugsavna seg um Skanderborg - og landsliðið.
Sí eisini: Váttað: Súna Krossteig Hansen skiftir til stórfelag í Montenegro í summar
ZRK Buducnost spælir í Champions League á hvørjum ári, meðan Skanderborg stríðist fyri at halda sær í bestu donsku deildina. Í dag gjørdi Súna bart í nógvum løtum, men Skanderborg tapti lykladystin móti HØJ.
Tað endaði 27-26, og nú eru Marita Mortensen og tær fimm stig vekk frá niðurflytingarplássi, meðan Súna Hansen og Skanderborg hava tvey stig upp til bjargingina.
Marita hevði ikki stóran leiklut í dag: Hon er skrásett fyri eina útvísing.
Súna Krossteig Hansen varð javnsettur toppskjútti við sjey málum. 25-ára gamli føroyski bakspælarin legði eisini upp til tvey mál - trý brend skot og seks tekniskar villur taldu tó niður, og Skanderborg er framvegis aftast í Kvindeligaen.
Í næstbestu donsku deildini var tað ein góður dagur hjá Elsu Egholm og Zachariasen-tvíburðunum í Ajax - og serliga hjá Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Ydun: Tær vunnu í Holstebro móti ´suverana oddaliðnum. Marianna skoraði trý mál, harav tvey týðandi móti endanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald