
Í farnu viku vóru nevndarlimir úr Europeisku Paralympisku nevndini, EPC, á vitjan í Føroyum, her tey hildu kvartárliga nevndarfund teirra.
Hetta er fyrstu ferð síðani Parasport Føroyar var stovnað, fyri júst 45 árum síðani, at ein slík nevnd hevur fundarvirksemi sítt í Føroyum.
Í sambandi við vitjanina varð heilsað uppá nevndina í Parasport Føroyum har europeiska nevndin fekk innlit í virksemi og tosað um avbjóðingar og møguleikar við paraítrótti í Føroyum.
Á vitjanini var høvið eisini at heilsa upp á nýggja verjan hjá Parasport Føroyum, Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann við almanna og mentamálum, og at tosa um teirra royndir og tankar um hvussu man kan virka fyri at enn fleiri fólk ið bera brek gerast kropsliga virkin og luttaka í ítrótt.
Tað hugtók nevndina í EPC, at eitt lítið land sum Føroyar kann hava eina virkna paraítróttarrørslu, og góðu ítróttarkarmarnar kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald