Jana Mittún og Viborg kláraðu ikki at fylgja við Henny Reistad og hinum á Esbjerg liðnum, og endaðu við at tapa greitt 39-28 í hálvfinaluni í donsku steypakappingini.
Viborg var annars væl við í fyrra hálvleiki, og støðan var 16-16 í steðginum. Í seinna hálvleiki skrúvaði Esbjerg upp og lat ongan iva vera um, hvør var betra liðið.
Jana Mittún skoraði eitt mál í dystinum.
Í hinari hálvfinaluni tapti liðið hjá føroyska landsliðsvenjaranum Claus Mogensen, Ikast, 38-27 fyri Odense. Bronsudysturin millum Viborg og Ikast verður klokkan 16:30.
Finalan verður bríkslað í gongd í annaðkvøld klokkan 19 og verður millum Esbjerg og Odense.
Final4 verður í hesum døgum avgreitt í Jyske Bank Arena í Odense. Hálvfinalurnar vórðu spældar í gjár og í kvøld verður greitt hvør vinnur sær heiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald