Fótbóltur

Esteban er nýggjur áleypari hjá EB/Streymi

Hann er 21-ára gamal, úr Kolumbia og var við EB/Streymi á venjingarlegu fyrr í ár..

Mynd: EB/Streymur

Mynd: EB/Streymur

2024-06-19 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Esteban Alejandro Mosquera Hurtado. Soleiðis eitur nýggir álopskendi spælarin í Sundalagnum. 

EB/Streymur hevur boðað frá, at avtala er gjørd við 21-ára gamla spælaran úr Kolumbia. 

Esteban er ikki heilt ókendir fyri venjara- og spælarahópin, tí hann var við á venjingarleguni hjá EB/Streymi í Málaga fyrr í ár.

Nú er so sáttmáli komin uppá pláss fyri restina av kappingarárinum. EB/Streymur er á 8. plássi í Betrideildini eftir 13 umfør.

Tað er ikki so nógv at síggja um Esteban Alejandro Mosquera Hurtado á alnótini, men sum skilst hevur nýggi spælarin hjá EB/Streymi spælt í lægru sponsku deildunum í seinastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder