Grundregulin er, at steypavinnarin fær eitt evropeiskt pláss, umframt liðini í topp-trý. Soleiðis hevur tað verið leingi, men sjálvdan er neyðugt at enda frammanfyri 4. plássið fyri at koma í Evropa, tí sum oftast endar steypavinnarin eisini á heiðursmerkjaplássi í Betrideildini.
Les eisini: Mest vinnandi felagið móti steypaliðnum
Seinasti hetta ikki hendi var í 2013. Tá gjørdist Vìkingur steypavinnari, men endaði á 6. plássi í landskappingini. Harvið kom NSÍ, sum endaði nummar fýra, ikki í Evropa. Árið fyri var Víkingur eisini steypavinnari og endaði tá á 5. plássi, og harvið var einki evropeiskt pláss til KÍ á 4. plássi. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/09/615x455/ki--vikingur-9.8.19-nr8p.jpg)
Tað er mest sannlíkt, at Víkingur ikki kemur í topp-fýra í ár. Liðið er í løtuni á 5. plássi - tvey stig aftanfyri HB og 6. stig frá NSÍ og 3. plássinum. Úrsltini hjá Vìkingi eftir summarsteðgin hava ikki verið nakað at reypa av, so ein sigur í kvøld er tann lættari vegur í Evropa.
HB er styttri frá topp-trý, men tað veðrur eisini sera trupult hjá føroyameistarunum - serliga eftir at tað er vorðið greitt, at profilarnir Tróndur Jensen og Hørður Askham hava slitið eitt krossband. Serliga Tróndur hevur týðiliga verið sera umráðandi fyri HB í ár - og eisini í fjør. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/05/27/615x455/vikingur-hb-7.jpg)
(Mynd: Sverri Egholm)
Tað liðið ið fær steypið í hús í kvøld fer ikki at hava annað enn æruna og eitt heiðursmerki at spæla um restina av árinum, meðan taparin skal reisa seg skjótt og stríðast hart fyri 3. plássinum í Betrideildini,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald