Fótbóltur

Video: Vit missa fullkomiliga tamarhaldið - ikki nóg gott

Samuel Johansen Chukwudi helt eftir javnleikin í Moldova, at føroyingar mistu bóltin alt ov lætt. Hann er tó glaður fyri støðuna í hópinum - og støðu sína í Eysturríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-30 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein samrøða, sum ikki kom við í gjár hjá okkum, er tann við Samuel Johansen Chukwudi.

Sterki miðverjin spælir til dagliga í Bundesliguni í Eysturríki og spældi 90 minuttir í Moldova. 

Samuel smurdi ikki nakað inn - havnarmaðurin helt fyri, at tað ikki var nóg gott av føroyska liðnum at missa tamarhaldið móti Moldova. Og at millum annað missa bóltin ymsastaðni á vøllinum so mikið ofta.

Hoyr samrøðuna eftir 1-1 javnleikin ovast

Sí eisini: Føroyingar fullu út á dystin og vóru hepnir at fáa stig

Les eisini: Longu lendir í Føroyum

Føroyar spæla aftur fríggjadagin klokkan 19.45 móti Slovakia á Tórsvølli. Meira úr landsliðsleguni í morgin

---------------------------------------------

Nations League deild C, bólkur 3

2. umfar, týsdagin 28. september
Slovakia - Kasakstan 2-1 (1-1)
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)

1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig

Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping 
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp

3. umfar, fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder