Hondbóltur

Farin úr føroyska regninum móti EM-dreyminum í Oslo

Gott lag í og kring hópin. Føroyska ferðalagið verður tó seinkað nakað vegna kava í Oslo.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-01-14 09:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 - Vælkomin umborð á hendan hondbóltstúrin.

Tað er nærum eitt fullfermt flogfar, sum um eina løtu fer uppfrá í Vágum. 

Talan er um tann fyrsta av teimum 18 beinleiðis túrunum beinleiðs til norska høvuðsstaðin í sambandi við EM-endaspælið. 

Fráferð skuldi vera klokkan 8.40. Spælarar, venjarar, HSF-starvsfólk, miðlar og fjepparar bíða enn umborð. Orsøkin er kavi á breytini í Noreg, sum skal ruddast. 

Hetta seinkar ferðalagið - væntandi er man uppá pláss í Gardemoen um middagsleitið lokala tíð. 

Talan er um ein stuttan flogtúr, og seinnapartin kann EM-hopurin løða á gistingarhúsið i Fornebeu, áðrenn farið verður í stóru leikhøllini, Unity Arena.

Portalurin er við á ferðini - nógv tilfar her og á FM1 næstu dagarnar.

Dagført 9.15: Boð eru nú komin um, at tað ikki gongst væl við kavaruddingini í Oslo. Harvið verður bíðað við fráferð í umleið 45 minuttir afturat. Meira brennievni er eisini koyrt á, so at flogfarið kann biða omanfyri Gardemoen, um neyðugt

Dagført 11.12: Flogfarið slapp úr Føroyum nakað eftir 9.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder