Fótbóltur

Feløg geva fjepparum møguleika at stuðla

Manglandi áskoðarainntøkur ávirka fótbóltsfeløgini. Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystin hjá KÍ legygardag og árskort til heimadystir hjá NSÍ fyri at stuðla. TB skipar regluliga fyri bingo.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-05 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast fótbólturin fer á rull aftur á leygardegnum vaksa inntøkurnar hjá feløgunum í Betrideildini ikki, sum tær annars høvdu gjørt. 

- Nú kappingin byrjar aftur uttan áskoðarar, so kemur hetta sjálvandi at merkja færri inntøkur til felagið. Ongar inntøkur fyri atgongumerkjasølu, kaffisølu og lutaseðlar í samband við heimadystir.

Hetta skrivar NSÍ í morgun á heimasíðu sínari, har felagið kunnar um, at tað bjóðar øllum NSÍ viðhaldsfólki møguleikan at keypa árskort. Hetta kann sjálvandi ikki nýtast so leingi sum dystirnir kunnu spælast uttan áskoðrarar, men tað er ein háttur at framhaldandi stuðla felagnum.

NSÍ var eitt av feløgnum, ið ikki royndi at fáa sína leikarar í ALS-skipanina. Liðformaðurin, Klæmint Andrasson Olsen, hevur fingið í lag, at leikararnir kunnu gera nakað av arbeiði fyri kommununa.

Les eisini: Leikararnir hjá NSÍ lata gamlar grótgarðar uppaftur

kunngjørdi í gjár, at latið er upp fyri møguleikanum at stuðla felagnum við at keypa eitt atgongumerkið til dystin móti B36 leygardagin, hóast áskoðarar ikki sleppa inn.

Hetta er ein møguleiki, ið fleiri norðyingar hava spurt um fyri at stuðla, og sum fleiri longu hava nýtt. 

Felagið er kent fyri at hava góðar og stórar stuðlar, millum annað nakað ið norska TV2 longu fleiri ferðir hevur tikið fram, men hevur eisini vanligt flest áskoðarar til sínar heimadystir. Tí verða nógvar mistar inntøkur leygardagin, og feløgini kring landið merkja, og fara so leingi verandi støða er, at merkja sviðan av, at áskoðarar ikki sleppa inn.

Bingo í Trongisvági

TB hevur nýtt ymiskar hættir fyri at fáa inntøkur seinastu tíðina. AB hevði væleydnað online bingo skírisdag, og skjótt tók TB táttin, og hevur gjørt ymiskt fyri at fáa tað at eydnast sera væl. Hvønn sunnudag seinastu vikurnar hava fólk kring alt landið keypt plátir. Eisini hevur uppboðssøla av leikarablusum verið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder