Fótbóltur

Feløgini mæla øllum frá at møta upp til venjingardystir

Fótbólturin byrjar aftur, men spælt verður uttan áskoðarar til nýggjar tilráðingar fyriliggja.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-23 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útfrá tilmælunum frá landsmyndugleikunum eru liðini í Betrideildini hjá monnum farin í gongd at venja við fullum hópi, og kappingarbyrjan verður 9. mai.

Les meira: 
Landsmyndugleikarnir halda fast: Ítrótturin kann byrja aftur
Fótbólturin er farin í gongd aftur

Fyri at vera væl fyri til kappingarbyrjan, skulu liðini millum annað spæla venjingardystir. Flestu liðini hava 2-3 venjingardystir á skránni áðrenn 9. mai - teir fyrstu verða leiktir í vikuskiftinum.

Hvussu verður so við venjingardystinum? Nógv fólk eru svong at síggja fótbólt, veðrið er gott, dystirnir verða ikki stroymdir, teir koma sum so ikki undir FSF. Kortini er eingin ivi um, at feløgini halda fast við tilmælini um, at bert leikarar, venjarar, hjálparfólk og dómarar eru til staðar.

Greið linja

Portalurin hevur verið í samband við umboð fyri øll feløgini - frá øllum nevndunum - sum hava lið í Betrideildini. Linjan er greið: Tey mæla frá, at fólk koma til venjingardystir - hetta fyri at fylgja tilmælunum, sum mydugleikarnir eru komnir við. Feløgini fyrihalda seg til tey, sum eisini koma at galda, tá Betrideildin byrjar 9. mai, og ynski er at fólk fylgja tilmælunum og ikki møta upp. 

Fleiri feløg nevna, at vaktir verða ikki, sum tað er til landskappingardystir, men okkurt felag fer helst at gera hetta. Summi feløg hava ikki endaliga avgreitt mannagongdirnar (nøkur hava ikki heimavøll fyrrenn næsta vikuskifti), men øll eru á einum málið: Tað skal helst eingin inn á ítróttarøki, ið ikki hevur eina uppgávu í samband við dystin.

Fótbóltsfeløgini hava ikki heimild at siga, hvat skal ganga fyri seg rundan um ítróttarøki. Summi feløg siga við Portalin, at tey fara at melda meira út í komandi døgunum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder