Norsku hondbóltskvinnurnar vunnu HM-finaluna móti Týsklandi, 23-20.
Tað bleiv ein spennandi dystur, og satt at siga fyrsti dystur, sum Noreg hevur fingið mótstøðu í hesum endaspælinum. Týsku kvinnurnar fingu eina rimmar byrjan uppá finaluna og vóru á odda 6-4 aftaná sjey minuttir.
Í steðginum stóð tó á jøvnum, 11-11.
(Mynd: EPA)
Nora Mørk, Henny Reistad og hinar komu best frá byrjan í seinna hálvleiki, og ikki minst Katrine Lunde í málinum, var ein av orsøkum til, at Noreg tryggjaði sær sítt fimta HM-gull.
45 ára gamla Katrine Lunde gevst nú á landsliðnum, og tað var vorið sum endi. Hon spældi sín fyrsta dyst fyri norska landsliðið móti Jugoslavia í 2002, og vann í kvøld sítt 13. gull tilsamans í HM, EM og OL.
Fyrr í dag vann Frakland bronsuna í dysti móti Niðurlondum.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald