placeholder
Fótbóltur

Fingu stig fyri triðju ferð í fýra dystum

Andrass Johansen legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, og heimaliðið hevði gott tamarhald á, til Norðurmakedónia javnaði tíðliga í 2. hálvleiki.

Føroyska liðið kundi fegnast um eitt mál longu í 8. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið kundi fegnast um eitt mál longu í 8. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-07 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava fingið stig í trimum útav teimum fyrstu dystunum í hesari undankappingini, og í seks út av teimum frystu tíggju dystunum undir Sámal Erik Hentze.

Hetta er greitt eftir 1-1 javnleikin móti Norðurmakedónia í Klaksvík. 

Føroyar byrjaðu greitt betri og fingu lagt eitt trýst á gestirnar við nøkrum deyðbóltum. Hetta gav úrslit eftir sjey minuttir eftir eitt hornaspark. Bólturin datt niður, skotið varð uppá mál, og bólturin endaði umvegis mjødnina á Andrassi Johansen, ið spældi ein sera góðan dyst á sentrala miðvøllinum, í málinum.

Heimaliðið hevði gott tamarahald á støðuni gjøgnum hálvleikin, kom væl út til 2. hálveik, men so fekk stóri og sterki Gjorgjievski fekk pláss at venda, reka eitt sindur og skjóta. Bólturin fór umvegis eitt føroyskt bein í málið, og Bjarti Mørk hevði ongan møguleika. 

Restina av dystinum var útiliðið omaná, men har kom so at siga eingin málmøguleiki, og vælskipaða føroyska liðið fekk eitt stig.

Føroyar spæla aftur týsdagin - á útivøll móti Ukraina. 

EM-undankappingarbólkur H
07.10, við Djúpumýru*
Føroyar - Norðurmakedónia 1-1 (1-0)
8' Andrass Johansen 1-0
55' Marko Gjorgjievski 1-1

Føroyar (4-4-1-1): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Lukas Giessing, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic (L), Símun Sólheim - Andrass Johansen, Jonn Johannesen (46' Steffan Abrahamsson Løkin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder