Oslo, Noreg (Føroyar): - Vit hava uttan iva heimsins bestu áskoðarar
Soleiðis segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við bæði føroyskar og útlendskar miðlar í "Mixed Zone" í Unity leikhøllini eftir 28-28 javnleikin í kvøld. Hetta kunnu nógv skrivað undir uppá eftir enn eitt stórt avrik og nógvan larm á stóra pallinum frá føroysku fjøldini: Føroysku fjeppararnir skaptu eitt nærum gandakent leiktjald
![]()
Vøkur løta tá "Tú alfagra land mítt" ljómaði í Oslo...
![]()
Og føroysku fjeppararnir gjørdu sum vera man bart gjøgnum dystin (Myndir: Sverri Egholm)
Si eisini: Elias: - Gott at fáa stig móti endanum
Sí eisini: Bredsdorff: - Vit hava longu vunnið heiðursmerki uttanfyri vøllin
At Føroyar fóru at hava tað, sum kann skýrast ein heimavøllur, her undir EM-endaspælinum var øllum greitt.
Men at føroyski EM-fepurin og spenningurin fór at vera so mikið langt uppi, at man fór at "vinna" fyrsta umfar móti vertunum í áskoðaratali, var kanska meira óvæntað.
Ikki tí: Huglagið kring norska manslandsliðið er ikki tað besta í løtuni, og Noreg - Ukraina ljóðar ikki so spennandi á pappírinum.
Norðmenn vunnu eisini stórt í sínum bryjanardysti fríggjakvøldið (39-22). Hetta var frammanfyri 6,371 áskoðarum, sambært tølunum hjá evropeisku hondbóltssamgongini (EHF), og vóru so at siga øll hesi úr Noreg.
Tøl hjá EHF frá í kvøld siga, at 7,216 áskoðarar vóru til Føroyar - Sveis. Tað vóru fitt av sveisiskum fjepparum - og ein rúgva av føroyskum fjepparum.
![]()
Vilhelm Poulsen og Ísak Vedelsbøl fegnast eftir útjavnandi málið hjá Vilhelmi Poulsen í evstu løtu
Spælararnir takka teimum mongu túsund føroyingunum - og tað skuldi bara mangla. Millum annað kom stuðulin helst til góðar í trongu støðuni í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
NRK skrivar eisini í sínari góðu frágreiðing frá Føroyar -Sveis, at har vóru feiri áskoðarar enn til dystin hjá Noreg, og at "føroyska veitslan fór at seta sín dám á Oslo bý".
Tað er alt rætt - ein dystur millum Føroyar og Sveis hevði á pappírinum 845 áskoðarar fleiri enn tann fyrsti hjá vertstjóðini, og at føroyingar av álvara seta dám á norska høvuðsstaðarøkið í hesum døgum. Tey hava eisini biðið um tað.
Útfrá atgongumerkjasøluni verður mett, at umleið 6.000 føroyskir fjepparar- ella mest sannlíkt nakað meira enn tað - eru í Oslo-økinum í hesum døgum.
Unity leikhøllin í Bærum (Fornebu) tekur umleið 8.000 áskoðarar.
Sunnudagin fara føroyingar aftur nærum at fylla høllina, tá Montenegro er á skránni í 2. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald