Fótbóltur

Fleiri royndir spælarar vera ikki á listanum

Um tíggju-tíðina verður ársins fyrsti A-landsliðshópur hjá monnum kunngjørdur. Venjingardystir móti Liktinstein og Danmark eru á skránni seinni í mars.

Håkan Ericson hevur helst onkra kanin í hattinum fyrrapartin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson hevur helst onkra kanin í hattinum fyrrapartin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-11 06:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni í mars eru venjingardystir á skránni móti Liktinstein (22. mars í Marbella) og Danmark (26. mars í Brøndby). Ein venjingarlega er eisini á skránni í Spania.

Hópurin hjá manslandsliðnum til uppgávurnar er nú tikin út og verður kunngjørdur í tíðindafundshølinum hjá FSF beint eftir klokkan 10.

Sum altíð er ein ávísur spenningur undan slíkum: Hvørjir eru teir umleið 23 føroyingarnir á listanum, ið Håkan Ericson lesur upp? Svin og Eli Hentze hava helst umhugsa støðuna í eina tíð og nýliga hugt eftir millum annað stórsteypadysti og 1. umfari í Betrideildini.

Givið er, at ein ávísur munur er á hesum hópinum og tí, sum kann metast sum "ynskihópurin". Sum bolt.fo eisini hevur víst á í vikuskiftinum, so eru fleiri spælarar ikki tøkir.

Fylgjandi eru 100 prosent ella allarhelst ikki tøkir - bygt á bolt.fo og eisini upplýsingar hjá Portalinum:
Odmar Færø, skaddur
Heini Vatnsdal, skaddur
Ári Mohr Jónsson, skaddur
Jóannes Kalsø Danielsen, persónligar orsøkir
Jákup Biskopstø Andreasen, persónligar orsøkir
Hallur Hansson, skaddur
Jóannes Bjartalíð, skaddur - hevur verið undir skurð
Meinhard Egilsson Olsen, á veg aftur frá krossbandsskaðaMeinhard vónar at vera tøkur til kappingarbyrjan
Patrik Johannesen, á veg aftur frá krossbandsskaðaPatrik verður skjótt tøkur

Umframt hesar hevur Pætur Petersen fingið ein skaða í vikuni, og spældi hann ikki við hjá KÍ í gjár. Ivasamt er, hvør hansara støða er.

[object Object]
Byrjanaruppstillin í Albaniaí november tá Føroyar síðst spældu. Av hesum er tað heilt greitt, at Odmar Færø og Jóannes Bjartalíð ikki kunnu vera við hesaferð (Svansmynd: Sverri Egholm)

Síðani snýr tað seg eisini um metingar hjá landsliðsvenjarunum um støðuna hjá tveimum royndum verjuspælarum. Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki havt eitt felag síðani oktober men væntast nú at skriva undir við 07 Vestur. Gilli Rólantsson Sørensen er farin aftur til barndómsfelagið, men TB spælir í 1. deild. Í samband við Klæmint Andrasson Olsen í fjør, segði Håkan Ericson alment, at man ikki kundi spæla í næstbestu føroysku deildini fast og vera á A-landsliðnum. 

Eitt áhugavert punkt er eisini, um Teitur Matras Gestsson nú verður við landsliðnum aftur. Málverjin var sum so tøkur men ikki við í november, tá Mattias Lamhauge og Bárður á Reynatrøð spældu - í Albania og november.

U21-landsliðið skal spæla í Portugal í 20. mars - Eyðun Klakstein kunnger eisini hendan hópin á tíðindafundinum. Harvið eru spælarar sum Noah Mneney og Martin Agnarsson helst ikki upp á tal til A-landsliðið hesaferð.

Ístaðin koma onkrir nýggir spælarar heilt víst við, og bolt.fo hevur víst á Víkinga-spælarar sum Inga Jonhardsson, Ara Olsen og Arnbjørn Svensson sum møguleikar. Tað er eisini hugsandi, at summir, ið hava verið beint uttanfyri hópin ella hava fingið fáar minuttir, kunnu fáa størri leiklutir til venjingardystirnar. Her er til dømis Adrian Rúnason Justinussen eitt upplagt boð. 25-ára gamli vongurin hevur fýra mál og eitt upplegg í trimum dystum í næstbestu donsku deildini.

Meira um úttøkuna á Portalinum seinni - byrjað verður klokkan 10. Televarpið (Rás1) vísir úttøkuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder