Annað

Flogbóltur: Føroyar á heimavølli um vikuskiftið

Um vikuskiftið spælir A-landsliðið hjá kvinnum tveir dystir á heimavølli. Dystirnir vera leiktir í høllini inni í Dal á Sandi.

2025-06-03 18:01 Author image
Innsent
placeholder

Eftir flotta avrikið hjá Føroyska landsliðnum í Letlandi farna vikuskifti, fyrireika kvinnurnar seg til komandi Silver League dystirnar á Sandi, har Føroyar eru vertir.

Føroyar hava góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit til fyrra dystin fríggjakvøldið kl. 19:00, tá okkara kvinnur møta Norðurmakedónia. Sunnudagin møta vit Eysturríki, sum júst eru flutt niður úr Gullliguni.

Norðurmakedónia vann annan av sínum dystum farna vikuskifti, tá landið vann sín fyrsta millumtjóða dyst í 17 ár við 3-0 sigri á Luksemborg (25-16, 25-19, 25-14). Sunnudagin fekk Norðurmakedónia kortini oyrini rættiliga í maskinuna ímóti sterka sveisiska liðnum, sum vann 25-7, 25-16 og 25-6 í trimum settum.

Sunnudagin verður dysturin ímillum Føroyar og Eysturríki, sum í fjør spældi í Gullliguni, men endaði aftast og flutti tí niður í Silvurliguna at spæla í ár.

Fyrsta dystin, sum var ímóti Georgia og varð spældur í Íslandi, tapti Eysturríki 3-2 (26-28, 23-25, 25-13, 27-25, 13-15). Tað var júst Georgia, føroysku kvinnurnar vunnu 3-1 á í 2023. Seinna dystin vann Eysturríki sunnudagin sannførandi 3-0 á Íslandi (25-16, 25-15, 25-17). Fríggjadagin hevði Ísland tó vunnið 3-2 á Georgia.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder