Føroyska spælið fleyt ógvuliga væl í fyrra hálvleiki: 19 mál og bert tvær tekniskar villur. Óli Mittún tók taktpinnin, nú Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri, og var nummar 78 flúgvandi fyrstu løtuna.
Síðani tók systkinabarnið við: Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm mál og legði upp til tvey seinasta stóra korterið av fyrra hálvleiki, har Italia so at siga ikki fekk steðga nøkrum hjá Føroyum - Vilhelm Poulsen og Hákun West av Teigum vóru eisini tryggir við trimum málum hvør.
![]()
![]()
Í hinum endanum gekst heldur ikki so væl hjá verjuni. Pauli Jacobsen hevði nakrar stórbjargingar, og samanlagt átta fyri steðgin, men italiumenn vísti snildni og skoraðu 17 ferðir móti føroyingunum, ið royndu ymiskar loysnir.
Tað stóð 19-17 á talvuni eftir 30 minuttir.
Fyrstu løtuna eftir steðgin sótu Føroyar á tí; við betri verjuspæli, flúgvandi álopsspæli og nøkrum kontramálum. Hákun West av Teigum var nú veruliga í hopla, eins og Óli Mittún mitt fyri. Strikurnar skoraðu trygt við Teis Horn Rasmusen og Ísaki Vedelsbøl á toppstigi. Fimm mál vóru á muni nakrar ferðir og einaferð heili seks mál Lítil ivi er um, at um Føroyar høvdu vunnið - og helst rímiliga trygt - um hildið var fram á hendan hátt.
Italia vendi øllum
Tá 17 minuttir vóru eftir, vóru fimm útskiftingar gjørdar á føroyska liðnum. Hetta órógvaði rútmuna á liðnum á ymiskan hátt, og tað byrjaði at koppa hinvegin.
Italumenn koyrdu við fullari megi. Tað gjørdist ov trilvandi hjá heimaliðnum. Føroyar høvdu ilt við at tálma spælinum við fýra bakspælarunum og ongari striku. Domenico Ebner byrjaði eisini at bjarga meira og meira í málinum.
Útiliðið nærkaðist og spældi brádliga við størri yvirskoti og kynismu enn føroyska liðið. Tað varð javnleikur, og seinastu minuttirnar koppaði tað til fyrimun til Italia.
Peter Bredsdorff-Larsen, ið royndi nógv ymiskt í dag, koyrdi Óla, Hákun og Vilhelm inn aftur, men Italia var omaná í fyrra venjingardystinum millum liðini.
![]()
Liðini spæla aftur sunnudagin klokkan 17 - farið verður til Oslo mikudagin
Allir spælarar í hópinum, uttan Elias á Skipagøtu og Bjarni í Selvindi, vóru á vølli í kvøld
Samanumtikið er tað ikki í tráð við samlaðu dystarmyndina, at Italia vann í kvøld. Føroyar vóru omaná meginpartin av dystinum men mistu síðani tamarhaldið - og gestirnir vístu kynismu.
Spurningurin er hvusu djúpt tapið stingur. Tað nýtist tað ikki, tá tað er ein venjingardystur, og ein dystur við so nógv størri týdningi bíðar í Oslo um eina viku.
Tað er tó hugvekjandi, at man tapir eftir so greiða leiðslu á heimavølli - fyrsta tapið á heimavølli í yvir trý ár (síðani oktober 2022). Her er ymiskt at læra av.
--------------------------------------
Pauli Jacobsen: 11
Tórður Skorheim Guttesen 3
(Italia: 11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald