Fótbóltur

Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF

Eins og í fjør, skoraði Páll Klettskarð fýra mál í 1. umfari, og KÍ vann 6-0 við Djúpumýru.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-03-10 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ivamál hevur verið um, hvussu væl fyri KÍ er til nýggja kappingarárið eftir heldur brádligt venjaraskifti í januar, nakað seinni byrjan uppá venjingar, ivasom úrslit og avrik í uppstartinum, umframt ávísar broytingar í hópinum.

Trýfaldu føroyameistararnir lótu tó ongan iva verða um í dag, at tað er stórur munur á teimum og ÍF. Fuglfirðingar eru aftur í ár millum favorittarnir at flyta niður, og liðið hjá Aleksandar Jovevic fekk so at siga ikki eitt bein til jørðina við Djúpumýru. Tað byrjaði við tveimum málum fyrstu tíggju minuttirnar, ið vóru so at siga heilt líka: Árni Frederiksberg legði hornaspark úr høgru hart og væl inn í fremsta økið, og Páll Andrasson Klettskarð stýrdi bóltinum trygt í netið.

2-0 og tað gjørdist ongantíð spenningur um útfallið, hóast ÍF kom eitt lítið sindur betri við seinni í hálvleikinum. Páll og KÍ vóru eisini í hopla, og 9'arin hjá KÍ hevði flottan fluktara, ið fór beint framvið, og eina aðra roynd á stongina.

Fleiri í bláum bjóðaðu seg eisini fram: Árni og Jóannes Danielsen sprutlaðu í høgru, Claes Kronberg noyddi Jákup Nolsøe Olsen at gera stórbjarging við skotið av brotsteigarmarkinum, men seint í 1. hálvleiki var tað ein ungur klaksvíkingur, sum økti: Jóhan Josephsen fekk møguleikan undir liðuni á Pálli, og tá Patrick Da Silva rakti stongina við langskoti, var Jóhan mest til reiðar til returbóltin. 18-ára gamli áleyparin kundi stýra bóltin í málið við høvdinum, og eins í fjør skoraði hann móti ÍF.

[object Object]Árni Frederiksberg og Jóhan Josephsen fegnast saman, eftir at ungi áleyparin í fjør hevði skorað sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum - eisini móti ÍF (Savsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mads Mikkelsen skoraði til 4-0 í 2. hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

3-0, og soleiðis endaði 2. hálvleikur eisini. KÍ hevði stóra yvirvág, og Mads Boe Mikkelsen økti, áðrenn Páll Klettskarð aftur slapp framat. Hann tryggjaði sær hattrikkið tjúgu minuttir fyri leiklok, tá hann var fyrstur á returbólti. Løtu seinni legði Jóannes Kalsø Danielsen ógvuliga væl inn fyri úr høgru, og Páll stútaði bóltin flott í longra málhornið til 6-0.

Hetta er annað árið á rað, at nú 33-ára gamli áleyparin byrjar Betrideildina við fýra málum, og at KÍ byrjar við stórsigri á heimavølli (7-0 móti TB í fjør) Góð byrjan hjá Haakon Lunov og hansara monnum - leygardagin verður væl størri roynd, tá KÍ vitjar B36 í Gundadali.

[object Object]

dystir.fo - fleiri smálutir síggjast her

Í dag, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0
 
B68 - B36 (17:00)
HB - NSÍ (18:00)
Skála ÍF - EB/Streymur (18:30)

Í gjár, leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)

[object Object]

Les eisini: 
Ongantíð veruligur ivi um stigini
Sí myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder