Sum væntað liggja undanfarnu føroyameistararnir Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro á odda. Kappingin er tó framvegis rættiliga opin, nú hon er komin í helvt. Í dag skulu semifinalurin fyrst spælast og síðani sjálv finalan.
Umframt teir báðar verandi og fyrrverandi FM meistararnar eru hesir spælarar við í kappingini: Urbanus Olsen, Kristian Sune Høgnesen, Per Hansen, Jógvan Jørgensen, Hans Jacob Kolsker og Max Rasmussen. Kappingin, sum byrjaði fríggjadagin í hølunum hjá Tvøroyrar Billardfelag, heldur fram í dag.
![]()
Føroyameistarin frá tveimum av undanfarnu kappingunum var Páll Heri Nólsøe, meðan Ólavur Kjølbro vann kappingina árið frammanundan. Mest vinnandi spælarin Kristian Sune Høgnesen er við í kappingini aftur í ár. Hann hevur vunnið FM heitið heilar sjey ferðir.
Tað nýggjasta: Semifinalurnar
Kappast varð seint út á náttina og hava Páll Heri Nolsøe, Ólavur Kjølbro, Jógvan Jørgensen og Per Hansen kvalifiserað seg til semifinalurnar. Páll og Ólavur skulu spæla aðru semifinaluna og Jógvan og Per hina. Tí er greitt, at vit fara ikki at síggja tær báðar billardmkempurnar Páll Hera og Ólav í finaluni seinni í dag.
Hyggja vit eftir úrslitunum higartil so eer Páll Heri fremstur við 6 stigum av 6 møguligum og við einum meðaltali uppá 37,5 eygu. Jógvan Jørgensen, sum eigur til góða at vinna sítt fyrsta FM fyri staklingar, hevur 4 stig og 27,92 eygu í meðal. Síðani kemur Ólavur Kjølbro við 4 stigum og 24,26 eygum. Men ikki langt frá honum kemur Per Hansen við 4 stigum og 23,8 eygum í meðal. Umframt finaluna verður eisini spælt um triðja plássið.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald