2026-04-21 10:20
Sunnudagin 26. apríl verður FM kapping í duathlon hildin á Viðareiði. Kappingin fevnir um hesar greinar: Fyrst verður runnið 5 kilometrar, síðani súkklað 24 kilometrar, og at enda runnið 2 kilometrar.
Kappingin byrjar klokkan 15, og innskriving er klokkan 14.
Hetta er fyrsta kappingin hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, SST, í ár og partur av einari røð av kappingum kring landið, sum SST samskipar í samstarv við feløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald