Oslo, Noreg (Portalurin): Ein fittur partur av mongu føroyingunum, sum eru í norska høvuðsstaðarøkinum í hesum døgunum, gista umborð á Norrønu.
Føroyska ferðamannaskipið er í løtuni eitt satt hotellskip, har yvir 1.000 føroyingar sova, eta og annars hugna sær.
Ein av teimum er okkara egni Pætur Nolsøe. Og í fyrru beinleiðis sendingini á FM úr Oslo í dag fer ungi sandingurin at brúka mikrofonina umborð.
Pætur Nolsøe fer millum annað at tosa við umboð frá Smyril Line, við tónleikarar sum framføra umborð og aðrar spentar føroyingar - ikki so nógvar tímar undan avgerandi bólkadystinum móti Slovenia.
IPætur Nolsøe (t.v) fer at senda av skipinum seint fyrrapartin - seinnapartin verður tað frá fyrru upphitingini
Hoyr sendingina frá í gjár her
FM1 í Oslo verður sent beinleiðis av Norrønu klokkan 11 føroyska tíð - ein lítlan tíma fram.
Sent verður aftur frá almennu upphitingini - í tímanum millum klokkan 16 og 17.
Lurta á.fm1.fo - ella á vanligu frekvensunum
Føroyar og Slovenia spæla klokkan 19.30 føroyska tíð. Um Føroyar fáa stig, so er liðið heilt víst víðari til miðumfari.
Les meira: Føroyar kunnu spæla seg víðari við stigi móti Slovenia
Sí eisini: Hann pissar á teir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald