Fótbóltur

FM til HB - 07 Vestur vann botngysaran

FM er nú avgjørt, meðan stríðið um Evropa og niðurflyting er framvegis opið.

HB basti KÍ og er aftur føroyameistari 
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB basti KÍ og er aftur føroyameistari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-23 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 23.umfarið í Betri-deildini eru leiktir.

HB tryggjaði sær FM-heitið í Klaksvík í dag. HB hevði nokk við javnleiki, men suverena oddaliðið vann 2-1 á liðnum, sum hevur givið HB mest kapping ígjøgnum árið, men sum bert hevur fingið fýra stig seinastu seks dystirnar. Øll málini komu í 2.hálvleiki, og HB er føroyameistari fyri 23.ferð í søguni. Les meira um dystin í Klaksvík her

Á Argjum var botnbrak, tá 07 Vestur var á vitjan. Eins og tá liðini hittust í Sørvági fyri lítlum mánaði síðani vann 07 Vestur tepurt. Harvið tryggjaðu vágamenn sær trý sera týdningarmikil stig. Útlendsku áleyparnir hjá 07 Vestur slóu til hvør sínu megin hálvleikin; Jobin Drangastein minkaði fyri AB miðskeiðis í 2.hálvleiki.

Víkingur megnaði ikki at hála inn á NSÍ, hóast runavíkingar heldur ikki fingu fult hesuferð. Víkingur framdi tó eitt flott comeback á heimavølli móti Skála. Útiliðið var á odda 2-0 og omaná, áðrenn víkingarnir slóu til tvær ferðir ímóti endanum. NSÍ kom á odda, síðani afturum og síðani uppá javnt, tá runavíkingar vóru á vitjan í Trongisvági. Árni Frederiksberg skoraði bæði málini fyri NSÍ. 

B36 og EB/Streymur eru júst farin í gongd at spæla í Gundadali. 

TB/FCS/Royn – NSÍ 2-2(2-1) 
0-1 Árni Frederiksberg
1-1 Pape Mamadou Faye (br.)
2-1 Dánjal Godtfred
2-2 Árni Frederiksen

KÍ – HB 1-2(0-0)
0-1 Ari Mohr Olsen
0-2 Jógvan A. Skeel Nolsøe
1-2 Kristoffur Jakobsen

Víkingur – Skála 2-2(0-1)
0-1 Søren B. Nielsen
0-2 Brian Jakobsen
1-2 Filip Djorjevic
2-2 Adeshina Lawal 
 
AB – 07 Vestur 1-2(0-1)
0-1 Ken Fagerberg
0-2 Sonny Jakobsen
1-2 Jobin Drangastein

Kl.17.15: B36 – EB/Streymur 

 
Støðan eftir 23 umfør:
1. HB (61 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (43 stig)
4. B36 (40 stig)*
5. Víkingur (38 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (22 stig)
8. EB/Streymur (20 stig) **
9. 07 Vestur (13 stig)** 
10. AB (12 stig)

* Tveir dystir færri
** Ein dyst færri
  


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder