Oslo, Noreg (Portalurin): Hvussu kann man best taka samanum stutt eftir eitt stórt og søguligt føroyskt ítróttaravrik - og tá ein annar lykladystur liggur og lúrir um eitt stórt samdøgur?
Sí eisini:
Stórur og søguligur sigur í Oslo
Føroyar kunnu spæla seg víðari móti Slovenia týskvøldið
Óli Mittún: - Stórt og torført at seta orð á - men vit royna (Video)
Vit fara í øllum førum at gera eina roynd seint fyrrapartin. FM1 og Portalurin vera til staðar á spælarahotellinum, tá føroysku umboðini eru tøk til samrøður.
FM1 í Oslo verður millum 11-12 á Fm1.fo og á vanligu frekvensunum.
Skráin er hendan:
11.00-1130: Samanumtøka og upptakt til Slovenia við Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra, og Tomóði Djurhuus, viðmerkjara.
11.30 -11.55: Prát við fleiri føroyskar spælarar - millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spældi ein frálíkan dyst í gjár, og onkran nýggjan í endapælshøpi.
Umframt hetta verður okkurt av prátunum úr Unity leikhøllini, sum varð gjørt í gjárkvøldið, at hoyra og kanska onkur góður landsliðstónleikur eisini
![]()
Eftir eitt stórt kvøld vera Tormóður og Pætur til reiðar aftur av spælarahotellinum um middagsleitið lokala tíð (Mynd: Sverri Eghollm)
Myndir: Løtan eftir knúsandi sigurin
Alt er føroyskar tíðir. Fólk í Oslo kunnu lurta við frá klokkan 12 lokala tíð - til ber eisini at lurta eftir FM1 í Oslo á fm1.fo sttut eftir at sendingin er av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald