Annað

Føroyameistarin í leirdúgvuskjóting skal finnast

Um vikuskiftið fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

2022-08-12 09:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrjað verður leygardagin 13. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

Vikuskiftið eftir, 20-21. august, skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Tórshavn. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at skipað verður fyri FM í OL trap í Føroyum.

Seinasta FM kappingin í 2022, verður í OL skeet í døgunum 27-28. august. Fyrri dagurin er í Vestmanna, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder