
Fríggjadagin og sunnudagin spælir føroyska flogbóltslandsliðið við monnum á heimavølli í Silvurliguni ímóti Aserbadjan og Eysturríki. Dystirnir verða spældir í ítróttarhøllini á Sandi.
Vónirnar eru serliga góðar til dystin fríggjakvøldið ímóti Aserbadjan, sum hevur tapt tríggjar av sínum fýra dystum í kappingini higartil. Einasti sigurin hjá teimum er 3-0 sigurin á Georgia, sum var í fyrsta umfarinum hjá teimum, sum varð spælt í Svøríki.
Í tí umfarinum tapti Aserbadjan eisini 3-0 fyri Svøríki, sum Føroyar eisini taptu 3-0 fyri í Íslandi seinasta leygardag. Settúrslitini vóru nokk so lík, og tað kundi bent á, at vit kunnu fáa ein nokk so spennandi dyst á Sandi fríggjadagin. Ímóti Svøríki taptu Føroyar 17-25, 15-25 og 13-25. Aserbadjan tapti 13-25, 20-25 og 14-25. Í fjør spældi Aserbadjan tó í tí sterkaru Gullliguni, men endaði aftast og flutti tí niður í Silvurliguna.
Sunnudagin spæla Føroyar ímóti Eysturríki, sum eins og Føroyar hava vunnið ein dyst og tapt ein. Og eins og hjá Føroyum fekk Eysturríki sín sigur ímóti Íslandi. Eysturríki vann tó 3-0 (25-13, 25-15, 25-13); Føroyar vunnu 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25, 15-13). Aftrat Svøríki hevur Eysturríki spælt móti Luksemborg, sum vann 3-1.
Silvurligan, menn - í ítróttarhøllini á Sandi:
Fríggjadagin 20. juni kl. 19:
Føroyar – Aserbadjan
Leygardagin 21. juni kl. 17:
Eysturríki – Aserbadjan
Sunnudagin 22. juni kl. 17:
Føroyar – Eysturríki
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum:
Bjarni Joensen, kantur (ASV Elite, DK)
Filip Ilic, kantur (Mjølnir)
Hákun Nón, kantur (ÍF)
Mattias Nolsøe Isaksen, kantur (Fleyr)
Hjørtur Joensen, diagonalur (SÍ)
Hjørtur Sólstein, diagonalur (ÍF)
Niels Niclasen, hevari (Fleyr)
Thorvald Danielsen, hevari (Mjølnir)
Silas Poulsen, libero (ASV Elite, DK)
Tórður Gunnarsson Højsted, libero (Fleyr)
Vuk Ilic, miðblokkur (Mjølnir)
Jákup Árni Elisson Wang, miðblokkur (ASV Elite, DK)
Rani Ákason, miðblokkur (ÍF)
Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur (Fleyr)
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald