Annað

Føroyar á odda við trimum heiðursmerkjum undan seinasta kappingardagin

Stríðið um samanlagda 1. plássið á Oyggjaleikunum 2025 er við Jersey. Føroyar eru á odda 29 gullheiðursmerkjum. Tað eru júst gullini, sum eru avgerandi og lagt er upp til spennandi dag við nógvum føroyskum finalum - sí yvirlit her.

Í badminton eru Føroyar í øllum finalunum - hjá einstaklingum og hjá liðunum. Í blandaðum tvímansleiki hava vit tryggjað eitt gull, tí bæði pørini eru føroysk: Tvey føroysk pør vunnu hvør sína hálvfinalu í gjár. Sostatt verða tað Miriam í Grótinum og Rúni Øster, sum skulu dystast ímóti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen um gulli seinni í dag

Í badminton eru Føroyar í øllum finalunum - hjá einstaklingum og hjá liðunum. Í blandaðum tvímansleiki hava vit tryggjað eitt gull, tí bæði pørini eru føroysk: Tvey føroysk pør vunnu hvør sína hálvfinalu í gjár. Sostatt verða tað Miriam í Grótinum og Rúni Øster, sum skulu dystast ímóti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen um gulli seinni í dag

2025-07-18 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Inntensa Oyggjaleikavikan á Orknoyggjum kemur at enda í dag, fríggjadagin 18. juli.

Fyri føroyingar sum heild er tað serliga stórur spenningur at fylgja samlaðu kappingina. Tí har eru Føroyar fremst - sum vit hava verið síðani fyrsta dagin.

Kappast skal eisini í fleiri finalum og spennandi kappingum á seinasta degnum.

Sí eisini: Skráin hjá føroysku ítróttafólkunum fríggjadagin 18. juli

Finalur í badminton, fimleiki og í renning  

Bogaskjóting og svimjing eru av. Har hava Føroyar savnað samanlagt 43 heiðursmerki: 30 í svimjing (7 gull og fleiri met) og 13 í bogaskjóting (9 gull). Her hevur talan verið um ógvuliga flott avrik.

Tað hevur tað sanniliga eisini verið í fimleiki. Tað er tann ítóttargreinin, har Føroyar hava vunnið flest gull - tíggju. Mia Højgaard hevur verið besti fimleikari samanlagt, og nakrar kappingar eru eftir í dag: Kappast skal í hvørjum amboði.

Til ber at stroyma fimleikin her

Tríggjar stafettir eru í renningini, har góðar vónir eru til liðini. Hetta verður millum klokkan 14 og 15. Longu klokkan níggju byrjar hálvmaratoni. Rógvi Kárason, Neli Heldarskarð og Julian Gregersen, sum vann bronsu í 5.000 metrum í gjár, renna sum einstaklingar og lið. Serliga góðar vónir eru til Rógva og til Føroyar sum lið.

Til ber at stroyma frælsan ítrótt her

Í badminton eru Føroyar í øllum finalunum - hjá einstaklingum og hjá liðunum. Í blandaðum tvímansleiki hava vit tryggjað eitt gull, tí bæði pørini eru føroysk: Tvey føroysk pør vunnu hvør sína hálvfinalu í gjár. Sostatt verða tað Miriam í Grótinum og Rúni Øster, sum skulu dystast ímóti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen um gulli seinni í dag.

Finalan í einmansleiki byrjar klokkan 10.

Her ber til at finna ymisku vallirnar í badminton

Súsanna Skylv Sørensen, sum mánadagin vann silvur í einkultstarti, skal súkkla býarsúkkling seinni í dag.

Kappingin er við Jersey

Stríðið um samanlagda 1. plássið á Oyggjaleikunum 2025 er við Jersey. Bæði londini hava vunnið 24 silvur og 18 bronsur higartil, men tað eru sum so bert gullini, ið telja.

Har eru Føroyar framvegis á odda: Nú er tað 29-26 í hesum stríðnum. 

Sum nevnt eru tvær av "gullgreinunum" av, men Føroyar eru í øllum førum tryggjaðar gull nummar 30 - í badminton - og møguleikarnir at fáa nøkur afturat eru avgjørt har. 

Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2009 á Álandi. 

Til ber at stroyma tað mesta á youtube-síðuni hjá Orkney 2025

Til ber at fylgja gongdini í heiðursmerkjum ovast á Portalinum og á orkney2025results.com

Sí eisini: Skráin hjá føroysku ítróttafólkunum fríggjadagin 18. juli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder