Fótbóltur

Føroyar endaðu við fimta tepra tapinum

Aserbadjan skoraði einasta málið eftir líknandi deyðbóltsstøðu sum hana í Klaksvík í oktober. Føroysku kvinnurnar fingu einki stig og eitt mál í Nations League-kappingini.

Eins og í heimadystinum móti Aserbadjan, endaði tað við eit-máls tapi (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og í heimadystinum móti Aserbadjan, endaði tað við eit-máls tapi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-05 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hendan kappingin skuldi vera við til at menna føroyska A-landsliðið hjá kvinnum við millum annað at spæla tættari dystir og at koma longur fram á vøllinum.

Nú liðið hevur spælt seks Nations League-dystir í heyst og í vetur kann staðfestast, at Føroyar hava verið heilt væl við í fimm teirra, ið allir eru endaðir við eitt-máls tapi. Tað neiliga er fyrst og fremst ljóti 9-0 ósigurin í Montenegro í síðstu viku, og tað at liðið hjá Signe Pries Andersen ikki hevur fingið nakað stig.

Leikliga og í mun til málmøguleikar var heimaliðið greitt omaná í Baku seinnapartin, men Føroyar vóru við allan vegin í dystinum móti oddaliðnum í bólkinum. Tað var málleyst til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Aserbadjan skoraði í samband við hornaspark. Málið líktist nógv 0-2 málinum í dystinum, sum var millum liðini í Klaksvík seint í oktober: 

Stutt hornaspark úr vinstru, síðani innlegg, ein føroyskur verjuspælari royndi at rudda bóltin, ið stakk í mótsstøukvinnu, og so var bólturin leysur í málteiginum. Nigar Mirzaliyeva var knøpp og knallaði bóltin í føroyska málið til 1-0.

Føroyska liðið royndi at svara aftur, men heimaliðið hevur framvegis yvirvágina. Heilt til endans fingu Føroyar tó eitt hornaspark og stutt eftir eina heilt góða støðu: Eyðvør Klakstein, ið hevði havt besta føroyska møguleikan undan hesum, fekk bóltin mitt á mótsstøðuhálvuni, innskifta Rebekka Benbakoura fekk pláss í høgru og sendi væl innfyri. Sunniva Willemoes stóð sterk í myndini á verjukenda miðvøllinum og var nú komin framvið. Hon kastaði seg fram men gjørdist júst ov stutt til at prika bóltin í málið. 


[object Object]
Sunniva Willemoes minkaði um munin í dystinum millum liðini í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað varð harvið málið hjá júst Sunnivu Willemoes í dystinum millum liðini við Djúpumýru, ið gjørdist tað einasta, ið Føroyar skoraðu í kappingini. 19-ára gamla havnarkvinnan úr HB hevur fingið sítt A-landsliðsgjøgnumbrot í Nations League.

Í dag eydnaðist føroyska liðnum at verja væl so at siga allan dystin. Tað kom ikki so nógv burturúr frameftir, men avrikið var á einum heilt øðrum stigi enn í síðstu viku. Sum heild er helst nógv at taka við hjá Signe Pries Andersen, toymi og liðið til næstu undankapping, hóast úrttøkan ikki hevur verið sum vónað.

UEFA Nations League, Deild C
6. og seinasta umfar - 05.12
Aserbadjan - Føroyar 1-0 (0-0)
68' Nigar Mirzaliyeva 1-0

Føroyar (5-4-1): Óluva Allandsdóttir Joensen - Jensa Kannuberg Tórlolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan (L), Tórunn Højgaard Joensen, Rúna Jacobsen (62' Fridrikka Klementsen) - Heidi Sevdal (73' Rebekka Benbakoura), Sunniva Dal Willemoes, Malena Olsen, Eyðvør Klakstein - Mona Rasmusdóttir

Endaliga støðan: 
1. Aserbadjan 16 stig
2. Montenegro 12 stig
3. Kýpros 7 stig
4. Føroyar 0 stig (1-15)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder