Tirana, Albania (Portalurin) - Føroyar órógvaðu albansku fólkaveitsluna. Fýrverk og annað hevur verið eftir síðsta bríksl nú, men lagið á albansku áskoðarunum var ikki gott gjøgnum 2. hálvleik, har Albania bert hevði ein stóran málmøguleika.
Liðið hjá Håkani Ericson hevði lagt støði í fyrra hálvleiki. Dirivið til at leggja trýst og hava bótltn var hægri enn í fleiri dystum. Hóast Føroyar ikki skaptu so nógv samanlagt, so var talan um fleiri støður enn í flest øðrum dystum í ár - tær strídddu/spældu Føroyar seg væl til.
Les meira um fyrra hálvleik her: Oddaliðið í bólkinum megnar lítið og einki móti Føroyum
Bárður á Reynatrøð kom inn fyri skadda Mattias Lamhauge í 33. minutti, og leirvíkingurin hevði eina stórbjarging beint fyri steðgin. Neyðugt var tó ikki hjá Víkinga-málverjanum at gera nakað serliga bjarging eftir steðign, har føroyska verjuspælið eisini var sterkt.
Føroyar hildu málið reint fyri fyrstu ferð í 2023, og talan er um besta úrslitið á útivølli síðani í Grikkalandi í november 2014. Hóast eitt neiligt ár á ymsan hátt, og øðrvísi fyritreytir enn til aðrar útidystir - har mótsstøðuliði er komið til eitt endaspæl - kann hetta avrikið vera gott grundarlag til Nations League í 2024. Fleiri einstaklingaavrik vóru ógvuliga góð, og samlaða avrikið var tað besta hjá Føroyum í hesum árinum.
René Shaki Joensen var frálíkur á sentrala miðvøllinum
Jóan Símun Edmundsson stóð seg eisini heilt væl sum fremsti maður
Myndir: Sverri Egholm
EM-undankapping bólkur E - síðsta umfar
Air Albania leikvøllurin, 20. november
Albania - Føroyar 0-0 (0-0)
Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge (34' Bárður á Reynatrøð) - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalið, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen (63' Sølvi Vatnhamar) - Jóan Símun Edmundsson (86' Pætur Petersen)
Venjari: Håkan Ericson
Áskoðaratal: 22,500
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald