
Síðsta vikuskifti stóð føroyska liðið seg væl í fleiri settum, tá fyrsta umfar í Silver League 2025 varð spælt í Letlandi.
Millum annað vunnu Føroyar eitt sett móti vertunum. Í fjør kom eingin settsigur í seks dystum, so her síggjast ávís føroysk framstig.
Nú eiga Føroyar tveir heimadystir. Tað verður høllin Inni í Dal á Sandi, sum verður karmur um dystirnar um vikuskfti.
Mynd: fbf.fo
Føroysku kvinnurnar hava síðani dystirnar í Lettlandi fyrireikað seg til uppgávurnar í Føroyum.
Tað er í tí fyrra dystinum, fríggjadagin 6. juni, at Føroyar á pappírinum hava betri møguleikar. Norðurmakedónia vann í síðstu viku sín fyrsta millumtjóða dyst í 17 ár. Eysturríki, sum er á skránni sunnudagin á Sandi, var í fjør í Golden League. Hetta er eitt stig hægri.
Televarpið vísir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald