Hondbóltur

Føroyar stríddust við at fylgja við - fleiri vístu seg tó væl fram

Her er nøkur hagtøl frá fyrsta dystinum hjá føroysku kvinnum í HM-miðumfarinum.

Súna Krossteig Hansen átti fleiri upplegg og tvey góð mál (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen átti fleiri upplegg og tvey góð mál (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 22:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM miðumfar bólkur II - 1. umfar
Westfallenhalle, týsdagin 2. desember
Týskland - Føroyar 36-26 (20-14)

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 5-5
15 min: 8-7
20 min: 14-10
25 min: 17-11
30 min: 20-14
35 min: 21-16
40 min: 25-17
45 min: 27-18
50 min: 28-20
55 min: 32-23
60 min: 36-26

Sum sæst, byrjaðu Føroyar væl móti á pappírinum sterkasta liðnum í bólkinum á teirra heimavølli. Men eftir eitt korter gjørdist tað tyngri og tyngri at skapa møguleikar móti týsku verjuni, fleiri tekniskar villur sníktu seg inn, og Týskland hevði ikki trupulleikar at skora mál.

Í 2. hálvleiki snúði tað seg mest um at tálma muninum. Hetta eydnaðist hampuliga væl - eisini tá Føroyar spardu Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Pernille Brandenborg seinasta stóra korterið. Hetta var eisini tí, at aðrar komu inn og koyrdu væl á.

Føroysku málskjúttarnir í dag:
Pernille Brandenborg 5 mál
Rannvá Olsen 4 mál
Jana Mittún 4 mál
Bjarta Johansen 3 mál
Marita Mortensen 3 mál
Súna Krossteig Hansen 2 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 1 mál
Karin Egholm 1 mál

Gagnnýtisprosent: 62 prosent (42 skot - 26 mál) - sum heild brendu Føroyar tó ov nógv opin skot fyri at spæla ein tættan dysti móti Týsklandi; serliga av vongplássunum. Týskland skoraði uppá 72 prosent av sínum skotum.

Pernille og Rannvá brendu hvør sín stóra møguleika men vóru sum heild tryggar í dag. Jana spældi framúr væl meginpartin av fyrra hálvleiki og skoraði uppá øll síni fýra skot í dystinum, umframt at hon legði upp til flest mál (5). Bjarta Johansen var eisini trygg uppá øll síni trý skot av strikuni, meðan Marita Mortensen kom væl inn við trimum góðum málum í 2. hálvleiki.

[object Object]
Marita Mortensen kom við nøkrum langskotum, sum Týskland ikki fekk vart fyri (Mynd: Sverri Egholm)

Upplegg:
Jana Mittún 5
Súna Krossteig Hansen 4
Maria Haldóttir Weyhe 3
Elsa Egholm 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1

Upplegsspælið hjá Janu og Súnu í løtum var ógvuliga gott. Maria Halsdóttir Weyhe hevði eisini tríggjar góðar fríspælingar, tá hon var inni í álopinum seinasta korterið.

Bjargingar: 
Rakul Wardum 10 bjargingar  - 32 prosent
Prosentið hækkaði nógv í 2. hálvleiki. Har hevði Rakul átta bjargingar - millum annað fleiri stórbjargingar - og harvið var við at halda muninum niðri. Tvær bjargingar í 1. hálvleiki vóru tó ikki nóg mikið.

Útvísingar: 
Týskland: 3
Føroyar: 4

--------------------------------------------

Støðan eftir dystirnar í dag

HM miðumfar - bólkur II
1. Týskland 6 stig
2. Montenegro 4 stig
----------------------------
3. Serbia 4 sitg
4. Spania 2 stig
5. Føroyar 2 stig (stig við víðari frá sigrinum á Spania)
6. Ísland 0 stig

Fyrsta av trimum umførunum er nú av - tvey lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar.

Føroya hava Serbia og Ísland eftir - næsti dystur verður móti Serbia hósdagin 4. desember klokkan 14.30 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder