
Silvurligan, kvinnur:
Luksemborg – Føroyar 3-0 (25-20, 25-11, 25-20)
Lítið restaði í í dag, tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu ímóti Luksemborg í seinasta dystinum í Silvurliguni á hesum sinni, men tá settini skuldu avgerast, var Luksemborg tað hvassari.
Í fyrsta setti skiftust liðini um at vera á odda, men eftir javnleik 18-18, mistu Føroyar takið, og Luksemborg vann fýra stig á rað og síðan settið 25-20.
Í øðrum setti gekk javnt á til Føroyar minkaðu um munin til 9-10, men síðan mistu alt á gólvið, tí eftir hetta vunnu Føroyar bara tvey stig, so at Luksemborg vann settið 25-11.
Føroyar komu tó fyri seg aftur í triðja setti og løgdu seg á odda 20-19, men tað síðsta restaði í, tí Luksemborg vann næstu seks stigini á rað og settið 25-20.
Næsta vikuskifti spæla menninir á heimavølli ímóti Aserbadjan og Eysturríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald