Annað

Føroyar taptu 3-0 fyri Norðurmakedónia – iðra seg um spiltan møguleika

Samanumtikið taptu Føroyar greitt 3-0 fyri Norðurmakedónia, men Føroyar iðra seg um spiltan møguleika at vinna annað sett.

(Mynd: FBF)

(Mynd: FBF)

2025-06-06 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Silvurligan, kvinnur:

Norðurmakedónia – Føroyar 3-0 (25-11, 25-21, 25-16)

Samanumtikið taptu Føroyar greitt 3-0 fyri Norðurmakedónia, men Føroyar iðra seg um spiltan møguleika at vinna annað sett.

Føroyar komu illa frá byrjan í fyrsta setti, har tað haltaði við móttøkunum, og skjótt var Norðurmakedónia á odda 4-0 og síðan 12-3, og við øðrum seks stigum á rað gjørdist støðan 21-7, áðrenn settið varð vunnið 25-11.

So stórur átti munurin kortini ikki at vera, tí so gott var Norðurmakedónia heldur ikki. Tað fingu vit eisini at síggja í øðrum setti, tá Føroyar spældu fult upp ímóti gestunum. Eftir Norðurmakedónia hevði lagt seg á odda 10-5, fóru Føroyar framum 12-10 eftir fínar servur frá Anju Danielsen. Eftir at Føroyar høvdu lagt seg á odda 17-13, sá veruliga gott út, men við fýra stigum á rað fór Norðurmakedónia framum 19-18. Føroyar fóru tó framum aftur 21-20, men tað var síðstu ferð, Føroyar vóru á odda, tí Norðurmakedónia vann rest og settið 25-21.

Triðja sett var eisini javnt leingi, men endaði tó við vónbroti, tá Føroyar mistu takið miðskeiðis í settinum, eftir at hava verið á odda 10-9. Norðurmakedónia vann 11 av teimum næstu 13 bóltunum, og so gjørdist støðan 20-12, áðrenn Norðurmakedónia vann 25-16, sum var óneyðuga nógv.

Toppskorari í dystinum var Anja S. Danielsen við 12 stigum, og Jakobina Joensen var hon við flest móttøkum.

Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki, og leygardagin spæla Noðurmakedónia og Eysturríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder