
Silvurligan, menn:
Svøríki – Føroyar 3-0 (25-17, 25-15, 25-13)
Ítróttafólk vóna altíð at vinna, men ikki var tað óvæntað, at føroyska manslandsliði í flogbólti tapti 3-0 fyri Svøríki í dystinum í Silvurliguni, sum var spældur í Íslandi seinnapartin.
Í fyrsta setti eydnaðist nokk so leingi at halda muninum niðri á fimm stigum, og eitt skifti bardu føroyar seg upp á 9-12, tá Svøríki vann fýra stig á rað og síðan vann settið 25-17.
Í øðrum setti fór Svøríki framum 7-2, men við fýra stigum á rað minkaðu Føroyar um munin til 6-7. Góða løtan var tó stokkut, og at enda hevði Svøríki vunnið við 10 stigum, 25-15.
Í triðja setti hingu Føroyar so dánt í til 6-9, tá Føroyar dragnaðu, og so vann Svøríki 25-13.
Bjarni Joensen var aftur toppskorari hjá Føroyum í dag við sjey stigum. Jákup Árni Elisson Wang vann fýra stig í blokkinum og seks til samans. Libero, Silas Poulsen, hevði eitt móttøkuprosent upp á 89.
Næsta vikuskifti spæla Føroyar á heimavøli á Sandi ímóti Aserbadjan og Eysturríki.
Og kl. 19 í kvøld spæla kvinnurnar ímóti Íslandi í Luksemborg, sum er vertur hetta triðja og síðsta umfarið í Silvurliguni hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald