Annað

Føroyar vertir fyri smálandakapping í badminton næsta ár

Føroyingar vunnu vertsleiklutin frammanfyri Gibraltar. Kappingin er annaðhvørt ár, og Oyggjaleikir eru annaðhvørt ár.

Føroyska liðið til Small States á Kypros í fjør (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

Føroyska liðið til Small States á Kypros í fjør (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

2025-05-07 21:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku fekk Badmintonsamband Føroya boð um, at  Føroyar skulu vera vertur fyri altjóða badmintonkappingini Small States of Europe. Hetta í november 2026.

Talan er um kapping fyri smátjóðir. Føroyar hava verið við til hesa kappingina tvær ferðir. Fyrru ferð var í 2023 á Malta, og í fjør var tað á Kypros.

Framyvir verður kappingin annaðhvørt ár. Badmintonssambandið staðfestir, at harvið kunnu Føroyar bæði vera við har og á Oyggjaleikunum.

- Sostatt kunnu Føroyar framyvir luttaka á Oyggjaleikum í ólíka árum og Small States kapping í líka árum. Í 2026 verður Small States í Føroyum og í 2027 verða Føroyar vertir fyri Oyggjaleikum.

Føroyar fingu vertsleiklutin  kapping við Gibraltar. Myndin av flogvøllinum niðanfyri er frá tilboðstilfarinum frá BSF, sum bleiv gjørt í samstarvi við Visit Faroe Islands.

[object Object]

Tey 9 luttakandi londini á Kypros í november vóru: Føroyar, Kýpros, Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Malta, Monaco og Liktinstein.

Í 2024 vann Ísland gull, Grønland silvur og vertstjóðin endaði við bronsuni- Vit gleða okkum at bjóða badmintonleikarum frá øllum smálondunum í Evropa til Føroya í november 2026.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder