Annað

Føroyar vunnu fimm-settara í Íslandi

Í fyrsta dysti sínum í ársins silvurligu, gjørdu føroysku flogbóltsmenninir bart og vunnu 3-2 á vertunum. Í morgin er Svøríki á skránni.

Ísland vendi 0-2 til 2-2, men so vístu føroysku menninir styrki og vóru kaldari í 5.og avgerandi settinum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Ísland vendi 0-2 til 2-2, men so vístu føroysku menninir styrki og vóru kaldari í 5.og avgerandi settinum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-06-13 20:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um eina framúr føroyska byrjan í Silver League 2025.

Menninir eru í Íslandi um vikuskifti, og í kvøld sigraðu teir á vertunum í Kópavági. 

[object Object](Skýggjamynd: Flogbóltssamband Føroya)

Føroyingar løgdu væl frá landi og vunnu tvey tey frystu settini. Í 2. setti var munurin heili sjey bóltar.

Íslendingar fullu tó ikki í fátt. Teir vunnu eitt ógvuliga tætt 3. sett, og síðani lá væl fyri at javna.

2-2 og harvið varð neyðugt við einum púra avgernandi setti. Har stóð á gomlum nøglum í løtum, men tað koppaði til føroyska liðið, sum vísti gott spæl og helt høvdið kalt.

Tað plagar at vera javnt millum Føroyar og Ísland, og tað var tað eisini hesaferð. Í føroysku leguni kunnu teir bara fegnast um, at tað eydnaðist at taka stigini.

Í morgin klokkan 16 bíðar sterka svenska liðið.

Landsliðsmanningin hjá Føroyum:
Bjarni Joensen, kantur
Filip Ilic, Kantur
Hákun  Nón, Kantur
Mattias Nolsøe Isaksen, kantur
Hjørtur Joensen, diagonalur
Hjørtur Sólstein, diagonalur
Niels Niclasen, hevari
Thorvald Danielsen, hevari
Silas Poulsen, libero
Tórður Gunnarsson Højsted, libero
Vuk Ilic, miðblokkur
Jákup Árni Elisson Wang , miðblokkur
Rani Ákason, miðblokkur
Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi

[object Object]
Føroyski hópurin áðrenn fráferð mikudagin 
[object Object]

Kvinnurnar skulu royna seg móti Íslandi í annaðkvøld. Talan er um seinasta umfar í Silvurliguni hjá teimum.

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder