Fótbóltur

Føroyar vunnu flottan sigur á Rumenia

Sannførandi 3-1 sigur í kvøld. Føroysku U17-genturnar hava gjørt bart seinastu dagarnar á Tórsvølli og vunnið B-undankappingarbólkin. Harvið er EM-pláss uppá spæl næsta vetur.

Brá Zakarisardóttir, Leona Kjærbæk Djurhuus  og Silja Ragnarsdóttir Trier skoraðu føroysku málini, og talan var um flott liðavrik (Mynd: Sverri Egholm)

Brá Zakarisardóttir, Leona Kjærbæk Djurhuus og Silja Ragnarsdóttir Trier skoraðu føroysku málini, og talan var um flott liðavrik (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-23 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar høvdu heimavallarfyrimunin í hesum undankappingarbólkinum og gjørdu sær eisini dælt av hesum, hóast byrjanin ikki var tann besta (1-2) móti Lettlandi.

Bæði mikudagin og í dag vunnu føroysku U17-genturnar sum so sannførandi; við góðum spæli, støðufestum verjuparti og skerpni frammanfyri mótsstøðumálinum,

Í avgerandi dystinum í dag skoraði Brá Zakariasdóttir til 1-0 eftir eitt korter. Skjótt føroyskt spæl: Silja Trier út til Ednu Dalheim í høgru og eitt hart og gott innlegg inn í vandamikla økð, har Brá var til reiðar at beina bóltin í málið hjá Rumenia. Líkitskt nógv 1-0 málinum frá dystinum móti Georgia og triðja málið hjá Brá í kappingini.

Føroyar vóru meira vandamikið, háost Rumenia hevði bóltin meira í 1. hálvleiki, og í yvirtíðini økti vælspælandi miðverjin Leona Kjærbæk Djurhuus úr Vági, tá hon var á rætta staðnum eftir horna úr vinstru.

Silja Ragnarsdóttir Trier hevði verið við í hinum báðum málunum, og seint í dystinu Eydna hana væl avstað í høgru. Silja sneiddi málverjan, ið var komin langt út, snilt av og rullaði bóltin í rumenska málið til 3-0.

Føroyska liðið hevð ifult tamarhald á dystinum so at siga allan vegin. Rumenia fekk eitt troystarmál til seianst, men flottur sigur móti liðnum, sum í fjør spældu millum tey allarbestu í Evropa.

Tað skulu Føroyar í november, tí við sigrinum vunnu okkara bólkin - betri innanhýsis enn Rumenia og Lettland samanlagt) og flyta harvið upp í A-bólkin til næstu ferð. Hetta veðrur sum skilst í november, tá føroyska U17-landsliðið hjá U17-gentum skal byrja at spæla um pláss í einum EM-endaspælinum.

Hetta er lutfalsliga nýggj skipan hjá UEFA, og tað at U17 gentur, sum eisini stóðu seg væl í fjør, nú hava vunnið seg eitt stig upp, er flott. Tað kann eisini verða eitt týðandi stig fyri føroyska fótbólt.

U17 gentur, 3. umfar í bólki B3- undankappingini
Í dag, leygardagin 23. mars í Havn
Føroyar – Rumenia 3-1 (2-0)
16' Brá Zakarisardóttir (Eydna Dalheim Olsen) 1-0
45' Leona Kjærbæk Djurhuus ( Silja Ragnarsdóttir Trier) 2-0
83' Silja Ragnarsdóttir Trier (Eydna Dalheim Olsen) 3-0
90 (+2)' 3-1

Georgia – Lettland 0-4

Endaliga støðan:
1. Føroyar 6 stig
2. Lettland 6 stig
3. Rumenia 6 stig
4. Georgia 0 stig

Føroyar vóru best innanhýsis av teimum trimum liðunum við 6 stigum

Føroyar: Rannvá við Streym - Rósa Reginsdóttir, Marta Østerø, Leona Kjærbæk Djurhuus, Helga Mikkelsen - Sofía Ejdesgaard Hansen, Jakobina Bergsdóttir - Eydna Olsen Dalheim, Silja Ragnarsdóttir Trier, Maria Ejdesgaard Hansen - Brá Zakariasardóttir

Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Birita MohrLý Gray Djurhuus, Bára Tórálvsdóttir Poulsen, Alda Petersen

Ingrið Berg Rasmussen, Halla Morgan Ejdesgaard og Sólja Vinjardsdóttir Johansen hava eisini spælt stóran leiklut undir kappingini.

Høvuðsvenjari: Eyðvør Jakobsen. Hjálparvenjari: Sigtór Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder